Forsøgn: Jonas Gahr Støre vinnur valið

Forsøgn: Jonas Gahr Støre vinnur valið
Reyðgrøni vongurin fær 88 tinglimir í norska valinum og Jonas Gahr Støre kann halda fram sum forsætisráðharri í Norra, vísur fyrsta forsøgnin á NRK.
Jonas Gahr Støre atkvøddi fyrr í dag
 
08.09.2025 - 20:05

Reyðgrøni vongurin fær 88 tinglimir í norska valinum og Jonas Gahr Støre kann halda fram sum forsætisráðharri í Norra, vísur forsøgnin á NRK. 

 

Arbeiðaraflokkurin er størsti flokkur í forsøgnini við 28% av atkvøðunum. Hann gongur 1,8% fram.

 

FRP fær 24,7%, tað eru 13,1% fram

 

Høyre 14,4%, sum er ein afturgongd á 6%

 

Ein av orsøkunum til, at reyðgrønivongurin fær so greiðan meiriluta, er at teir smærru flokkarnir í tí vonginum standa til at klára yvir minstamarkið fyri at koma inn í stórtingið. Men Venstre, á høgravonginum, sær út til liggja undir minstamarkinum. 

 

* Tølini broytast so hvørt, sum fleiri atkvøður verða taldar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961