Air Greenland 30 milliónir krónur í undirskoti av flogvallarflyting

Air Greenland 30 milliónir krónur í undirskoti av flogvallarflyting
Nýggi flogvøllurin í Nuuk hevur verið kostnaðarmikil á botnlinjuni hjá Air Greenland. 59 avlýsingar og aðrar avbjóðingar merkja, at tað vera 30 mió. kr. í undirskoti í ár
Mynd: Air Greenland á Facebook  
 
09.09.2025 - 09:46

Hon skuldi vera so góð fyri Grønland og Air Greenland, upplatingini av nýggju, altjóða floghavnini í Nuuk í november í fjør. 

Upplatingin flutti stóran part av flúgvingini hjá Air Greenland til og úr Grønlandi frá Kangerlussuaq til Nuuk. 

Og nýggi flogvøllurin hevur eisini tikið móti ameriknaska varaforsetanum, JD Vance, og franska forsetanum Emmanuel Macron. 

Men flytingin hevur als ikki gingið so væl sum ætla fyri Air Greenland.

 

Frá pluss 60 til minus 30 mió. kr. 

Vánaligt veður, glerstoyttar flogvallarbreytir og seinkingar í trygdareftirlitinum  og brennievnisveitingin hava merkt, at Air Greenland, ið grønlendska landsstýrið eigur,  væntar at enda árið við einum undirskoti uppá 30 milliónir krónur. 

Væntað var annars eitt yvirskot upp á 60 til 75 milliónir krónur. 

Hetta skrivar Check-In við støði í hálvársroknskapinum hjá Air Greenland, sambært grønlendska kringvarpinum, KNR. 

 

59 avlýsingar

Fyrsta hálvár hava 59 avlýsingar verið. Í sama tíðarskeiði í fjør, so upplivdu ferðafólk, ið flugu til Kangerlussuaq, einans tríggjar avlýsingar. 

Orsøkin er, at veðurviðurskiftini eru meira umskiftilig í Nuuk enn í Kangerlussuaq, sum liggur longri inni í landinum, og er tí betur vart móti mjørka og ill- og kavaveðri. 

Stjórin í Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, staðfestir, at felagið ikki hevur ávirkan á nógvar av avbjóðingunum, ið hava verið. 

"Tá tað er sagt, so eru vit eisini ein partur av líkningini, og tí taka vit ábyrgd og gera tað, ið vit kunnu, soleiðis at raksturin kann stabiliserast, ." 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744