Atkvøða um Eirargarð í dag

Atkvøða um Eirargarð í dag
Uppskotini koma til aðru viðgerð í tinginum fyrrapartin.
Atkvøtt verður um uppskotini um at gera Eirargarð 2 til lestraríbúðir í tinginum í dag.
 
11.09.2025 - 08:03

Tey bæði uppskotini, sum snúgva seg um at gera lestraríbúðir á Eirargarði 2, eru fyrst á skránni á tingfundinum fyrrapartin. 

Uppskotini skulu til aðru viðgerð, og atkvøðast skal í málunum.  

Týsdagin løgdu rættarnevndin og fíggjarnevndin fram álit. Allir nevndarlimirnir eru samdir, og mæla til at samtykkja uppskotið. 

Uppskotið frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, snýr seg um at geva Húsalánsgrunninum (nú Bústaðir) ræði á Eirargarði 2.

Uppskotið frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, snýr seg um eykajáttan í sambandi við, at aðalráðini, sum hava hildið til á Eirargarði, skulu flyta úr bygninginum.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162