Grind rekast á Fuglafjørð

Grind rekast á Fuglafjørð
Ein grind varð funnin í Djúpunum klokkan 14.30
 
13.09.2025 - 15:54

Klokkan 14.30 var ein grind fráboðað í Djúpunum, og sum rákið háttaði seg, varð gjørt av at reka hana á Fuglafjørð. Talan er um einar 60 til 70 hval, men fleiri bólkar eru sæddir um somu leið, so kanska verður hon størri tá avtornar, upplýsir løgreglan.

Sýslumaðurin boða frá, at øll óviðkomandi skulu halda seg í minsta lagi ein fjórðing burtur, tað eru bátar, skip, dronur fólk og annað, sum kann hugsast at koma nær.. Hetta kann vera ringt at halda, men snýr seg mest um rakstur, drápsøki og havnalagið, har grindin verður tikin upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334