Grindaformaður skelkaður av at Havnin ikki vildi hava grind

Grindaformaður skelkaður av at Havnin ikki vildi hava grind
Hanus Højgaard heldur, at hetta kann fara at ávirka møguleikan at fáa grind frameftir. Borgarstjórin ásannar, at tað kundi verið borið øðrvísi at
Hóast Tórshavnar kommuna ikki tók av tilboðnum um grind úr Fuglafirði, løgdust argjamenn ikkki á boðini og fóru við lastbili eftir hvalum. Og nógv fólk vóru á Argjum at fáa sær eitt kók ella meira.
Mynd: Kári Johansen á Facebook  
 
15.09.2025 - 13:11

- Hetta kann fara at ávirka møguleikan hjá fólki í Havn at fáa grind frameftir.

Tað sigur Hanus Højgaard, grindaformaður í Havn, sum sigur seg vera skelkaðan um at hoyra, at Tórshavnar kommuna avgjørdi at siga nei takk til at fáa grind frá stóru grindini, sum legði beinini í Fuglafirði leygarkvøldið.

 

(Mynd: Fróði Ólason Olsen á Facebook)

 

Eins og hjá fleiri øðrum, er tað fallið Hanusi Højgaard fyri bróstið, at Tórshavnar kommuna ikki tók ímóti teimum 100 hvalunum, sum stóðu i boði. Hann spyr, um tað er borgarstjórin ella umsitingin í kommununi, sum stýrir

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15092025_Hanus_Hojgaard


 

- Tað er borgarstjórin og ikki umsitingin, sum stýrir í Havn.

Tað sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, sum tó ásannar, at tað kundi verið borið øðrvísi at leygarkvøldið, tá ið høvuðsstaðurin ikki tók móti fuglafjarðargrindini. Nú er ein grind funnin út fyri Syðraadali á Streymoynni, og Elsa Berg sigur, at tey eru vælkomin til Havnar við henni, um sýslumaðurin heldur, at tað er tað rætta at gera.

Hoyr samrøðu við Elsu Berg: 

 

15092025_Elsa_Berg


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494