Gevst sum forkvinna í MEGD

Gevst sum forkvinna í MEGD
Ruth Thomsen leggur frá sær, og næstforkvinnan, Ása Olsen, verður forkvinna til næsta aðalfund
Ruth Thomsen gevst sum forkvinna í MEGD, men heldur fram sum forkvinna í Blindafelagnum.
 
18.09.2025 - 11:25

Ruth Thomsen, sum varð vald til forkvinnu í MEGD á ársaðalfundinum í vár, hevur av persónligum orsøkum avgjørt at leggja frá sær sum forkvinna.

Ása Olsen, sum varð vald til næstforkvinnu í MEGD, tekur við sum forkvinna til næsta ársaðalfund, sum verður fyrst í komandi ári.

MEGD skrivar, at Ruth Thomsen setti sum fortreyt, tá hon í vár tók við forkvinnusessinum í MEGD, at hon skuldi vera forkvinna í Blindafelagnum, samstundis sum hon var forkvinna í MEGD. 

Men hetta hevur víst seg at vera ov krevjandi, og ikki ber til at vera forkvinna í báðum feløgum samstundis.

Ruth Thomsen heldur fram sum forkvinna í Blindafelagnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162