Cyberálop á kekk-inn skipanir ávirka nú eisini donsku flogferðsluna

Cyberálop á kekk-inn skipanir ávirka nú eisini donsku flogferðsluna
Tó er føroyska flogferðslan higartil ikki ávirkað
Savnsmynd
 
21.09.2025 - 15:04

Um vikuskiftið eru fleiri kekk-inn skipanir hjá flogfeløgum um allan heimin ávirkað av cyberálopi, og í dag er eisini Kastrup floghavn ávirkað. Tað skrivar danska kringvarpið.

Kekk-inn skipanin í Kastrup er ikki beinleiðis álopin, men av tí at fleiri feløg í Evropa eru álopin, hevur hetta eisini ávirkan á flogferðsluna í Keypmannahavn, har talan higartil er um tríggjar fráferðir, sum eru avlýstar í morgun. 

Í dag eru seks til- og fráferðir millum Vága- og Kastrup floghavn tilsamans, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, segði við Kringvarpið í morgun, at higartil hevur cyberálopið onga ávirkan á flogferðsluna her heima, og tey fylgja støðuni neyvt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095