Norðmenn í øðini um dokumentar á Netflix

Norðmenn í øðini um dokumentar á Netflix
Dokumentarur um Märthu Louise prinsessu og Durek Verrett er steinur oman á byrðu hjá norska kongshúsinum, heldur samskiftisfólk
 
22.09.2025 - 13:23

Rebel Royals - an unlikely love story.

Soleiðis eitur nýggjur dokumentarur á Netflix, ið snýr seg um norsku Märtha Louise prinsessu og mann hennara, Durek Verrett, sum eisini verður kallaður Shaman Durek.

Dokumentarurin vísir upptaktina til stóra brúdleypið, sum tey høvdu í Noregi í 2024, og hevur elvt til hurlivasa í Noregi.

Orsøkin er, at í dokumentarinum verður ymiskt heldur neiligt ført fram um norska kongshúsið. Serliga er talan um útsagnir hjá Durek Verrett, har hann eitt nú sigur seg vera fyri rasismu, og at kongshjúnini hava ikki tikið serliga væl ímóti sær sum verson.

Dokumentarurin er steinur oman á byrðu hjá norska kongshúsinum, heldur Eiler Fagraklett, sum í nógv ár hevur arbeitt við marknaðarføring og samskifti.

- Ja, tað er tað. Kongurin fær ikki forsvarað seg, dokumentarurin stendur einsamallur, og tí er tað faktisk fólkið og pressan, sum forsvara kongin, tí hann fer ikki út at siga nakað ljótt um sín verson, sigur Eiler Fagraklett.

Nógvir norðmenn kenna seg ikki aftur í tí, sum verður ført fram í dokumentarinum um eitt nú rasismu, og tí verða teir provokeraðir av útsagnunum í dokumentarinum

- Tey kenna ikki kongin aftur í at vera rasistiskan, tí hann er kendur fyri at vera ein rúmligur og inkluderandi kongur, sum hevur brúkt alla sína karrieru sum kongur at taka væl ímóti nýnorðmonnum, sigur Eiler Fagraklett.

Sambært honum ger dokumentarurin einki gott fyri norska kongshúsið.

- Norska kongshúsið hevur frammanundan trupulleikar. Populariteturin er fallandi, og tey hava havt ein hóp av gølum, og hetta er ein av teimum. So hetta er ikki góð teiming, sigur Eiler Fagraklett.

Í morgunsendingini tosar Eiler Fagraklett um, hvønn týdning nýggi dokumentarurin á Netflix hevur fyri norska kongshúsið, og hví norðmenn eru provokeraðir av dokumentarinum.

1765203

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678