Marita søguligan sigur - Jana væluppløgd í grannauppgerð

Marita søguligan sigur - Jana væluppløgd í grannauppgerð
Marita Mortensen var við til at tryggja HØJ sín fyrsta sigur í bestu deildini, meðan Jana Mittún spældi væl í grannauppgerð
Marita Mortensen (t.h.) gleðist um fyrsta sigurin hjá Høj í bestu donsku hondbóltsdeildini saman við Filippu Nedovic
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
28.09.2025 - 15:13

Marita Mortensen var hóskvøldið við til at tryggja HØJ sín fyrsta sigur í bestu donsku hondbóltsdeildini eftir uppflytingina í fjør.

Føroyski bakkurin skeyt trý mál í 33-29 sigrinum á Sønderjyske frammanfyri 1500 heimaáskoðarum í Farum-høllini í Ølstykke og fær gott skoðsmál á heimasíðuni hjá felagnum.

Jana Mittún var ikki minni væl uppløgd í grannauppgerðini millum Viborg og Bjerringbro, sum tær grønu vunnu við heili 44 málum ímóti 35. Føroyski spælskiparin skeyt fýra mál, men legði upp til átta afturat.

Fýra dystir eru spældir í bestu donsku deildini, og Viborg er á 3. plássi við seks stigum, meðan HØJ er nummar 10 við tveimum stigum. 

Rakul Wardum og tær í Ringkøbing hava eisini vunnið tríggjar dystir higartil og liggja nummar seks. Verri stendur til hjá Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Súnu Krossteig Hansen í ávíkavist Horsens HH og Skanderborg. Hjá teimum er einki stig komi á talvuna enn, og tey ligga næst- og triðaftast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514