- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andras Samuelsen: Sambandsku kenslur Andrasar í 1900

Andras skrivar 6. september í 1900 í Føringatíðindum um eina ferð hjá donskum studentum í Føroyum, sum vóru á veg til Íslands.
Hann var mitt í rokanum, meðan studentarnir vóru í Havn í august, og hann fer seint at gloyma samveruna við teir, sigur hann. Ferðin varð ikki bara gjørd til stuttleika, minnir hann á, tí hon skuldi binda sambandið fastari millum fólk í ríkinum. Hann skrivar:
”Eg vóni, at tær nógvu ferðirnar, sum føringar í hópatali gera til Íslands, hava tær fruktir, at vit eisini uppá ta síðuna vaksa saman í sambandsfølilsi. Saman við Íslandi eiga vit eisini so nógv og góð minnir, at vit lættliga kenna tað íslendska fólkið sum skyldfólk.”
Í greinini hevur hann eisini góðorð at bera dønum:
”Við Danmark og danska fólkið hevur Førjafólk fleiri hundrað ára gomul minnir, og vit hava tolt bæði ilt og gott saman við Danskaranum í langa tíð. At Danskarnir ofta hava notið ilt og ilt við lít uttan at órógva Førjar og Føringar, eiga vit aldrin at gloyma, og tað ger tað so mikið lættari hjá okkum at síggja Danskarnar sum góðar brøður.”
Tjóðskapur og samband sampakka
Andras viðger eisini, hvussu tað at dyrka føroyskan tjóðskap fæst at sampakka við at vera í danska ríkinum:
”Vit mugu halda fast og trúliga við okkara tjóðskap og okkara mál og ongantíð gloyma, av hvørjum runni vit eru sprotnir. Hetta má og kann ikki misfatast sum strevan fyri at koma leysir frá Danmark ella strevan fyri at steingja seg inni frá øllum teimum nýggju rørslunum, sum fyrifarast uttan fyri okkum. Vit eru jú langt síðan komin burtur frá tílíkum ørvitistosi.”
So politiskur hevði pennurin hjá Andrasi Samuelsen ikki verið frammanundan, men hetta var hansara hugsan longu í 1900 – hóast Sambandsflokkurin ikki kom fyrr enn í 1906.
Hoyr “Fyrsti løgmaður í heimastýrinum – 2. partur” í útvarpinum týsdagin 14. okt. kl. 17.05.

Hvat: Fyrsti løgmaður í heimastýrinum
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð






















