Melkart 2 fiskar undir Føroyum

Melkart 2 fiskar undir Føroyum
Skipið var á Klaksvík fríggjadagin, á veg á fiskileið
Melkart 2 við bryggju í Klaksvík fríggjadagin.
 
29.09.2025 - 12:20

Russiski trolarin Melkart 2 fiskar nú undir Føroyum.

Ein annar russiskur trolari er eisini í føroyskum sjógvi.

Ostankino er í Murmansk.

Melkart 2 var í Klaksvík fríggjadagin,  á veg á fiskileið.

 

Vil hava reiðarí útihýst

Landsstýrið vil hava tvey russisk reiðarí útihýst úr Føroyum.

Tey eru Murman Seafood, sum eigur Ostankino og Melkart 2, og Norebo JSC.

Melkart 2 var eisini her í juli.

Hann fiskaði tá í fýra dagar í føroyskum sjógvi.

Trolarin boðaði Vørn frá, at hann hevði 89 tons, 84 tons av makreli og fimm tons av sild, tá hann fór av fiskileiðini.

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375