Helgi fremstur á fjallasúkklu

Helgi fremstur á fjallasúkklu
Helgi Winther Olsen vann føroyameistaraheitið í fjallasúkkling í stórum stíli, tá hann streyk undan hinum í avbjóðandi umstøðum í Havn sunnudagin
Reidar Joensen
29.09.2025 - 17:20

Tað var bæði vátt og vindur, men tað legði Helgi Winther Olsen einki í, tá hann vann føroyameistarakappingina í fjallasúkkling í Havn um vikuskiftið.

Stórfavoritturin var sterkasti súkklarin, og skjótt snúði einasti spenningurin seg um, hvussu stórt lopið til hin næstbesta fór at vera.

Hilmar Hansen koyrdi á aftanfyri, og fór frá bólkinum, sum stríddist ímóti brekkum og óslættum undirlagi, og veteranurin Gunnar Dahl-Olsen bardi seg upp á triðja plássið.

Eingin gjørdi kortini nakað við Helga Winther Olsen. Hann kom ikki óvæntað solo á mál, og leiðslan var somikið stór, at til bar at fáa luftina aftur og tosa við 3-2, áðrenn Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen komu um mállinjuna í rununi.

Helgi Winther Olsen súkklaði teinin upp á ein tíma og 35 minuttir. Tað var 17 minuttir skjótari enn Hilmar Hansen og 20 minuttir skjótari enn Gunnar Dahl Olsen.

 - Tað er eitt prógv fyri mær sjálvum um, at eg orki og kann, og tað er, tí eg tími at gera hetta. Í so máta er tað ordiliga deiligt. Eg vildi tó ynskt, at vit vóru fleiri, sum súkkla skjótari. Eg havi nøkulunda tað, sum skal til, fyri at vera við á Oyggjaleikum, og tað hevði verið ræðuliga stuttligt, um vit høvdu kunnað mannað eitt lið til Oyggjaleikirnar næstu ferð, har vit eru fleiri, sum kunnu nøkulunda tað sama, sum eg kann. Tað má vera málið, segði Helgi Winther Olsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928