Franski forsætisráðharrin longu lagt frá sær

Franski forsætisráðharrin longu lagt frá sær
So seint sum í gjár kunngjørdi Macron, forseti, nýggju stjórnina, men framvegis kunnu politisku veingirnir í tjóðartinginum ikki samstarva um fíggjarlógina
Sébastien Lecornu, forsætisráðharri, sum var tilnevndur 9. september, hevur longu lagt frá sær.
Mynd: Stephane Mahe/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.10.2025 - 13:37

Politiskur ófriður valdar í Fraklandi.

Nýggi forsætisráðharrin í Fraklandi, Sébastien Lecornu, sum tók við starvinum 9. september, leggur nú frá sær, upplýsir umsitingin hjá franska forsetanum, sambært BFMTV.

Hetta hendir dagin eftir, at Emmanuel Macron, forseti, formliga kunngjørdi nýggju stjórnina í landinum við Sébastien Lecornu á odda.

Sébastien Lecornu varð tilnevndur sum forsætisráðharri 9. september, eftir at tað ikki eydnaðist fyrrverandi forsætisráðharranum, François Bayrou, at fáa meiriluta í tjóðartinginum fyri fíggjarlógaruppskotinum. 

 

Støðan óbroytt

Men bæði vinstri- og høgravongurin í Fraklandi hava eisini funnist at Lecornu.

Hann stendur nú í somu støðu, sum Bayrou var í tíðliga í september, at báðir veingirnir í tinginum vilja ikki samstarva, og at undirtøka ikki er fyri at samtykkja fíggjarlógina.

Hann er sostatt fimti forsætisráðharrin í Fraklandi í tvey ár, og er tann, sum hevur sitið stytst í embætinum.

Viðmerkjarar vænta, at einasta loysn hjá Emmanuel Macron er at útskriva val. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576