Strandferðslan visti um opna hekkuportrið

Strandferðslan visti um opna hekkuportrið
Suðuroyar Sjúkrahús boðaði Strandferðsluni frá myndini hjá Jens Sivari Djurhuus av opna hekkuportriðnum. Tó bleiv málið ikki kannað fyrr enn tvær vikur seinni
Hans Tofheyggj er sjúkrahússtjóri
 
07.10.2025 - 14:20

Hekkuportrið á Galaxy var opið út fyri Lítlu Dímun 1. september. Jens Sivar Djurhuus, sum sá hetta, boðaði arbeiðsgevara sínum frá tilburðinum.

Suðuroyar Sjúkrahús setti seg alt fyri eitt í samband við Strandferðsluna, tí tey vildu tryggja sær, at sjúklingar, sum ferðaðust um fjørðin, ikki vóru í vanda.

Hoyr Hanus Tofheyggj, sjúkrahússtjóra greiða frá her:

 

SJUKRAHUSSTJORI

 

Boðini frá Strandferðsluni til Sjúkrahúsið vóru altso, at alt var í lagi við trygdini á Galaxy, og so hendi ikki meira.

Kannaðu fjølmiðlaumrøðu
16. september vísir Kringvarpið mynd av opna hekkuportrinum og staðfestir, at myndin var tikin 1. september klokkan 19.36, tá Galaxy var statt á opnum havi út fyri Lítlu Dímun.

Í hesum sambandi heitir rakstrarleiðarin á Strandferðsluni á skiparan, um at skriva eina frágreiðing. Hon er stutt. Hekkuportrið hevur ikki verið opið, er niðurstøðan. Hetta verður sent Sjóvinnustýrinum.

19. september sendi Niels Nielsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni,  eina frágreiðing til Johan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum. Eisini her vóru boðini, at onki var galið.

Tvær vikur til frágreiðing
Tað eru altso meira enn tvær vikur ímillum, at Strandferðslan fær boðini um opna hekkuportrið, til nøkur verulig frágreiðing verður gjørd. Hon verður ikki gjørd, fyrr en málið er komið fram í fjølmiðlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507