Vikugesturin: Treiskur og trýstur

Vikugesturin: Treiskur og trýstur
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
Jens Sivar Djurhuus kendi seg noyddan at stíga fram
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
18.10.2025 - 12:48

- Tað hevur verið strævið, og man hevur líkasum ikki verið ein sjálvur. So tað hevur verið undarligt.

Jens Sivar Djurhuus hevur av álvara verið í brennideplinum síðstu vikurnar, eftir at hann tók eina mynd av ljósopinum í hekkuportrinum á ferjuni Galaxy. Myndina lat hann fyrst sínum arbeiðsgevara og seinni kringvarpinum dulnevnt. Men tá ið myndugleikarnir ikki vildu taka málið upp, steig hann fram, og tað hevur verið hart fyri hann og familjuna, viðgongur hann.

Jens Sivar er bøfressur í Vági, har nógv lív var í, tá ið hann var smádrongur. Happing var gerandiskostur, minnist hann, og tað var eitt lívligt umhvørvi. Hann hevur fingist nógv við ítrótt og hevur spælt bæði hondbólt og fótbólt við VB, har hann hevur eisini hevur verið venjari.

Liðfelagarnir siga um hann, at hann var ein skjótur og treystur spælari, og sum ein segði "ein tvørur fani". Og tað treiska lyndið hevur helst verið við til, at hann ikki vildi lata málið um hekkuportrið á Galaxy fara aftur við borðinum.

- Eg vildi ikki vera skírdur lygnari.

Hoyr alla samrøðuna við Jens Sivar Djurhuus her.

1770719

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155