Financial Times: Trump og Zelenskyj vóru rúkandi ósamdir

Financial Times: Trump og Zelenskyj vóru rúkandi ósamdir
Amerikanski forsetin krevur, at Ukraina góðtekur at lata Donbass-økið frá sær aftur fyri vápnahvíld ella frið
Hýrurin millum báðar forsetarnir tóktist vera góður uttan fyri Hvítu húsini, áðrenn fundurin byrjaði. Men sambært Financial Times vóru teir rúkandi vóru Trump og Zelenskyj rúkandi ósamdir.
Mynd: Tom Brenner/AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.10.2025 - 08:22

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skulu hava verið rúkandi ósamdir á fundinum í Hvítu húsunum fríggjadagin 17. oktober. 

Sambært Financial Times, kravdi Trump, at Zelenskyj góðtók kravið frá Russlandi, um at lata Donbass-økið frá sær, og afturfyri fáa vápnahvíld ella frið.

Trump hevði tveir dagar undan fundinum tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin,, sum endurtók síni krøv til Zelenskyj, skrivar blaðið. 

Sambært keldum segði Trump vreiður við Zelenskyj, at Russland fór at oyðileggja Ukraina.

Trump var illur við Zelenskyj noktaði at hyggja at einum korti yvir stríðsøkini, sum Zelenskyj vildi vísa honum. 

Zelenskyj megnaði heldur ikki at sannføra Trump um týdningin av, at ukrainski herurin fær langtrøkkandi Tomahawk-rakettir, og hann fór tómhentur av fundinum.

Á fundinum mælti Trump Zelenskyj til at samráðast við Russland í staðin. 

 

Donald Trump. (Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Leggja vápnini og samráðast um frið

Eftir fundin endurtók Trump sína áskoðan um, at stríðandi partarnir skulu leggja vápnini og samráðast um frið. 

Spurdur í nátt okkara tíð, hvat skal henda við Donbas-økinum, svarar Trump:

- Lat býtið vera, sum tað er nú. Russland hevur, haldi eg, longu tikið 78 prosent av økinum. Um teir lata tað vera, sum tað er nú, kunnu teir samráðast um okkurt seinni. Eg segði við teir: Gevist og farið til hús, so ikki fleiri lata lív.

Trump segði við fjølmiðlar fríggjadagin, at ukrainarar skulu lata frá sær økið, sum Russland hevur hersett:  

- Eftir mínum tykki skulu partarnir gevast við krígnum beinanvegin. Vit halda okkum til markið, har bardagarnir eru nú, hvar tað so enn er, annars verður tað ov fløkt. Tú fert ongantíð at kunna rokna tað út. Tú steðgar á hermótinum, og báðir partar fara heim til familjur sínar, gevast at drepa, og soleiðis skal tað vera. Steðga á beint nú á hermótinum. Eg segði tað við Zelenskyj, forseta, og eg segði tað við Putin, forseta, segði Trump eftir fundin fríggjadagin.

 

Zelenskyj og Trump. (Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fylgir ynskjunum hjá Putin

Greinarar siga, at um frágreiðingin hjá Financial Times er sonn, so er greitt, at Trump vil fylgja ynskjunum hjá Putin.

Tað styrkir eisini áskoðanina um, at amerikanski forsetin er meira miðvísur í at skapa frið við øllum møguligum amboðum, enn at stuðla Ukraina móti russisku innrásini.

Trump hevur boðið Putin á fund í Ungarn innan tvær vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650