Vár kappast í sterkari kapping í Singapor

Vár kappast í sterkari kapping í Singapor
Vár Guriardóttir Hansen hevur tryggjað sær pláss í World Rowing Versa Challenge, sum er sterk kapping í rógving á maskinu í Singapor síðst í november
Vár Guriardóttir Hansen skal rógva í sterkari kapping í Singapor
Mynd: World Rowing  
 
20.10.2025 - 14:27

Vár Guriardóttir Hansen hevur róð seg til pláss í World Rowing Versa Challenge, sum er sterk kapping í rógving á maskinu í Singapor síðst í november. Átta kvinnur hava fingið pláss í kappingini, og føroyski rógvarin rakk besta úrslitinum í innleiðandi rógvingini, sum var frá 1. september til 15. oktober, frammanfyri rógvarar úr USA, Kanada og Stórabretland. 

 - Sjálvandi fari eg altíð eftir at vinna, men at eg endaði fremst, var yvir mínar vónir. Eg havi altíð sæð upp til tær, sum nú endaðu aftanfyri meg, so eg bleiv heilt ótrúliga glað, tá eg sá endaliga úrslitið, sigur Vár Guriardóttir Hansen.

 

Øðrvísi og torfør kapping

Í finaluni, sum verður 29. og 30. november, skulu tvær tær bestu frá kappingini í fjør, tvær frá landsliðnum hjá Singapor og so fýra tær bestu frá innleiðandi kappingini, rógva. Talan er um kapping við fleiri ymsum avbjóðingum og ikki bert ein tein, sum skal rógvast skjótast gjørligt. Tí verður rógvarin royndur á ymsan hátt, og tað kemur føroyska rógvaranum til góðar, sum royndir úr báti, á maskinu og úr styrkikappingum yvirhøvur.

 - Kappingin hevur verið øðrvísi og torfør. Ymiskar reglur eru í hvørjum teini, og tað ger tað avbjóðandi upp á aðrar mátar enn tað, eg eri von við. Samstundis hevur hon eisini verið sera stuttlig at luttaka í, og eg havi lært nógv – serliga mentalt, sigur Vár Guriardóttir Hansen.

Higartil hevur kappingin verið netborin, men sjálvar finalurnar verða í Singapor.

 - Í Singapor ætli eg mær at njóta sjálva kappingina og stóru upplivingina. Eg veit ikki enn, hvat eg skal rógva í Singapo, men eg hopi, at eg komi heim aftur við onkrum, sigur Vár Guriardóttir Hansen.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031
Mikudag 3. desember
DOK01452_HKH_E01_4K_OK - teknmálstulkað
200987
Mikudag 3. desember
HM25: Ísland - Montenegro
200970

Meira um sama evni