Uttanlandsnevndin viðger aftur revsitiltøk móti Russlandi

Uttanlandsnevndin viðger aftur revsitiltøk móti Russlandi
Í morgin eru bæði landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum boðsend at møta í nevndini
Málið snýr seg um at seta tvey russisk reiðarí, Murman SeaFood og Norebo JSC, á svartalista.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.10.2025 - 19:22

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fer aftur í morgin at viðgera lógaruppskotið, sum gevur landsstýrinum víðari heimildir at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Í morgin eru bæði landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum boðsend at møta í nevndini. Og saman við Ruth Vang er eisini Taks boðsent.

Fyri trimum vikum síðani var danska fregnartænastan boðsend at møta í nevndini. Tá greiddi umboðið fyri PET Uttanlandsnevndini frá, hvat tey vita um russisku skipini.

Ítøkiliga snýr málið seg um at seta tvey russisk reiðarí, Murman SeaFood og Norebo JSC, á svartalista. Bæði reiðaríini eiga skip, sum í dag fiska sambært galdandi fiskiveiðusáttmála millum Føroyar og Russland.

- Verða føroyskar havnir missbrúktar at fáa vørur inn til Russlands, so skal tað ikki ganga, segði Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini, eftir fundin har PET var við.

Og fyrr í hesum mánaðinum var eisini landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum boðsendur at møta í Uttanlandsnevndini. 

Lógaruppskotið um víðkaðar revsiheimildir móti Russlandi varð lagt fyri løgtingið 14. august. 

Tað var beint í Uttanlandsnevndina eftir 1. viðgerð 28. august, og nevndin hevur í hesum umfari fingið longda freist til 29. oktober at koma við sínum áliti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424