Framsókn svarar mánadagin

Framsókn svarar mánadagin
Løgmaður hevur givið politisku flokkunum freist at svara í dag, hvørja farleið til Suðuroyar, teir ynskja, at arbeitt veður víðari við. Framsókn svarar mándagin
24.10.2025 - 19:44

Fimm dagar, tað var alt, sum løgmaður gav flokkunum at hugsa seg um, hvørja av teimum fýra leiðunum, sum eru nevndar í avgerðarritinum um Suðuroyartunlin, flokkarnir velja. 

Flokkarnir hava svarað í dag, men tann eini flokkurin, Framsókn, hevur fingið freistina útsetta til mánadagin.

Framsókn hevur annars verið sera atfinningarsamur móti Suðuroyartunlinum. Millum annað Karlot Hergeirsson, sum hevur spurt, hvar pengarnir skulu koma frá. 

Liljan Weihe, tingfólk hjá Tjóðveldi, er eisini rættiliga atfinningarsom. Hon sigur millum annað, at lurtast má eftir Búskaparráðnum og Landsbankanum.

 

Úr Djúpadali til Sandvíkar

Bæði Miðflokkurin og Sambandsflokkurin hava sagt, at teir taka undir við leið 1 A, sum er ein tunnil úr Djúpadali norðanfyri Skarvanes til Sandvíkar í Suðuroy.

Hetta er sama farleið, sum Tunnilsfelagið og løgmaður allatíðina hava mælt til; nú verður bara Skúgvoy knýtt uppí.

Hinir flokkarnir hava ikki sagt alment, hvørja leið teir viðmæla.

Kristian Stórhamar, sum er ein av høvuðspersónunum fyri eini alternativari farleið frá vestanfyri Sandsvatn til Sandvíkar, er eisini sera atfinningarsamur.

Eisini fyrrverandi politikarin, Heðin Zachariassen, er sera atfinningarsamur móti tí, sum løgmaður hevur lagt fyri flokkarnar.

Hann vísir á, at har eru alt ov nógv ógreið viðurskifti í avgerðarritinum.

 

Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin kemur

Ruth Vang hevur fleiri ferðir sagt, at Suðuroyartunnilin verður ikki samtyktur, uttan at pensjónsaldurin eisini fer upp.

Eirikur í Jákupsstovu, sum umsitir pensjónirnar, sigur, at arbeitt verður við málinum, og hann væntar, at innan 14 dagar verður uppskot lagt fram bæði um at hækka pensjónsaldurin og eitt slag av tíðartreytaðari pensjón.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053