Avgjald í staðin fyri avlop

Avgjald í staðin fyri avlop
Nú ætlanin er at loyva teimum, sum hava skeinkiloyvi, at innflyta rúsdrekka, verður partur av avlopskravinum hjá Rúsdrekkasøluni lagdur um til avgjald
Ætlanin er ikki, at prísirnir skulu hækka.
 
03.11.2025 - 06:26

Avgjald skal minka kravið um avlop nógv.

Nú ætlanin er at loyva teimum, sum hava skeinkiloyvi, at innflyta rúsdrekka, verður partur av avlopskravinum hjá Rúsdrekkasøluni lagdur um til avgjald.

Avlopskravið hevur í dag sama virknað sum eitt avgjald.  

Men tí at matsstovur fáa loyvi at innflyta rúsdrekka, er neyðugt, at inntøkurnar til landskassan, sum fyrr komu sum avlopskrav, vera lagdar um til avgjald.

Neyðugt er tí at hækka avgjøldini, sigur landsstýrið. 

Lógaruppskotið er at hækka avgjaldið fyri borðvín úr 24 upp í 42 kr., og avgjaldið fyri brennivín fer úr 330 upp í 420 kr. 

Øl og sider fara at hava sama avgjald, 185 kr.

Avgjaldshækkingin verður mett at svara til lækkingina í avlopskravinum.

Í fíggjarlógini í ár er avlopskravið 20,3 mió. kr. 

Hækkaðu avgjøldini vera mett at geva 13,9 mió. kr. um árið.

Tí er neyðugt, at avlopskravið til Rúsdrekkasøluna lækkar tilsvarandi.

Prísirnir hjá Rúsdrekkasøluni hækka ikki, stendur í lógaruppskotinum.

Uppskot er eisini um, at smærru bryggjaríini fáa avgjaldslætta. 

Talan er um eina skipan, sum er kend í ES-londunum, har smærru bryggjaríini fáa avgjaldslætta upp til 50 prosent.

Tá verður lættari hjá føroyskum bryggjaríum at kappast við útlendsk, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425