Oktober besti mánaður higartil

Oktober besti mánaður higartil
Við hesari gongdini roknar Vága floghavn við, at ferðafólkatalið fer upp um 450.000 í ár
Higartil í ár eru 415.000 ferðafólk komin og farin um Vága floghavn.
Mynd: Ólavur Frederiksen, FaroePhoto  
 
07.11.2025 - 10:24

Oktober í ár er besti oktober hjá Vága floghavn.

Ferðafólkatalið var 39.059, 5,6 prosent meira enn í oktober í fjør.

Og til 1. november er ferðafólkatalið 3,9 prosent størri enn tað var til 1. november í fjør.

Við hesari gongdini roknar Vága floghavn við, at ferðafólkatalið fer upp um 450.000 í ár.

Og tað er met. Í fjør vóru ferðafólkini 444.035.

Higartil í ár er talið 415.000.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674