Prísurin á snúsi og tubbaki farin nógv upp

Prísurin á snúsi og tubbaki farin nógv upp
Afturvirkandi gildiskoman er orsøkin til at prísurin á sigarettum og snúsi er farin sera nógv upp, sjálvt um lógin ikki er broytt enn
10.11.2025 - 19:28

Gildiskoman á nýggju lóigini er afturvirkandi, og tað hevur gjørt, at handlarnir kenna seg noyddar at seta prísin upp nú beinanvegin.

Ein pakki av snúsi kostar nú 349 kr í Effo. Í síðstu viku kostaði hann 95 krónur.

Tað er ikki bara Effo, men flestu handlar, ið selja snús og sigarettir, ið hava sett prísin upp. Prísurin á sigarettum er farin upp við umleið 8 krónum, meðan snúsdósirnar eru farnar upp við millum 20 og 50 krónum, alt eftir hvussu nógv gramm er í hvørjari dós.

Prima-snús, har 100 gramm er í, er farið upp við góðum 250 krónum. 

Onkur annar handil, sum enn ikki hevur sett prísin upp, ætlar at gera tað.
 
 

20 milliónir í meirinntøku

Landsstýrið ætlar at hækka avgjaldið á snúsi og sigarettum millum annað fyri at fíggja mvg-frítøku av eplum, grønmeti og barnablæum. 

Uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð, og málið er nú í fíggjarnevndini.

Heilsølurnar og Handilslívið hava nú nærlisið uppskotið, og í síðstu viku gjørdu tey skjótt av og settu prísin upp bæði á sigarettum og snúsi beinavegin.

Í uppskotinum verður m.a. sagt, at bæði sigarettir og snús er heilsuskaðiligt, og við at seta prísin upp ber til at tálma tubbaks- og nikotinnýtslu. Í uppskotinum verður væntað, at sølan av hesum vørum fer at lækka 10 prosent, men at inntøkan vegna avgjøld fer at hækka 20 milliónir krónur.

Nú stórt avgjald kemur á vørurnar, fer tað at vera væl bíligari at fáa fatur á hesum somu vørunum tollfrítt á til dømis flogvøllinum. Hetta undrar handilsvinnufelagið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776