- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjarnar hava brotið hjørtu í 50 ár

Herfyri hátíðarhelt Hjarnar sín 50 ára stovningardag við stórari konsert í Varpinum í Klaksvík.
Hjarnar gjørdist heimskendur í Føroyum við hittum sum "Breaking my Heart","So Exited" og "Allan nátt".
Í bókini "Føroyska rokksøgan - frá frumrokki til altjóða tónleikapallin" eftir Hans Egholm, Kartin Leitisstein Hansen og aðrar, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2016, verður tíðarskeiðið, tá Hjarnar varð stovnaður og ráddi fyri borgum lýst.
"Komið øll við" eitur hesin kapittulin í bókini, og við loyvi frá høvundunum, so verða brot úr hesum kapitli í bókini, ið snúgva seg um Hjarnar, endurgivin.
Komið øll við
Høvundar: Hans Egholm & Kartin L. Hansen
Í seinnu helvt av sekstiárunum vóru miklar rembingar úti í heimi. Flower Power tíðin og ungdómsuppreisturin sendu ristingar gjøgnum tað etableraða samfelagið, og eldra ættarliðið øtaðist enn eina ferð. Hárið gjørdist síðari, buksubrøkurnar longri og tónleikurin harðari.
Í sjeytiárunum fór rokkurin í nógvar ættir. Í Amerika rann saman ímillum fólktatónleik og rokk, og úr hesum birtist kontryrokkur og seinni suðurstatsrokkur við Creedence Clearwater Revival á odda. Í Bretlandi breyt brimið harðari. Beatles vóru givnir at spæla, men progressivir bólkar sum t.d. Pink Floyd fylgdu í teirra kjalarvørri.
Eitt enn tungari ljóð byrjaði eisini at hoyrast. Led Zeppelin, Deep Purple, Black Sabbath og Uriah Heep løgdu lunnar undir heavyrokkin, sum fekk fastatøkur í Føroyum seinna helming av sjeytiárunum og langt upp í áttatiárini. Seinni kom punkurin, sum tó ikki fann sínar røtur í Føroyum fyrr enn í øldini eftir við bólkinum 200.
Led Zeppelin framføra í Uniondale í USA 13. februar 1975 (Mynd: Shutterstuck.com / Bruce Alan Bennett)
Føroyski rokktónleikurin lá tó at kalla í einum aldudali, tá farið varð inn í sjeytiárini. Nýggja fyribrigdið, diskotekið, gjørdist ein dilla, serliga í Havn og legði hald á tey alsamt færri dansistøðini í høvuðsstaðnum. Livetónleikurin varð at kalla kroystur av pallinum.
Ein onnur kanska meiri týðandi orsøk til henda aldudal var, at nógvir av fremstu tónleikarunum frá sekstiárunum leitaðu sær uttanlands – til Danmarkar – at nema sær útbúgving. Studentaskúlin í Hoydølum var av álvara farin undir at útbúgva ungdómin, sum vildi lesa víðari.
Livandi tóleikurin hevði ikki góðar dagar. Bjargingin kom úr Danmark. Ein ungur studentaskúlalærari trein á klettarnar. Hann var íðin og ríkur í hugskotum. Tvinni vóru áhugamál hansara. Frælsur ítróttur og tónleikur. Tað var tað seinna, hann fór í holt við í Føroyum. Navnið var Kristian Blak. Saman við øðrum fólki úr studentaskúla-umhvørvinum stovnaði hann eitt tónleikaumhvørvi, sum seinni gjørdist til jazzfelagið. Felagið bjargaði so at siga livandi tónleikinum í Havn.
Hoydalar 1977. Kvintettin hjá teimum, sum høvdu tónleik sum valfak, syngur spirituals til skúlakonsert í auluni. Frá vinstru Kristian Blak, Sámal Lamhauge, Ingolf Patursson, Súni Kristiansen, Óla Jákup Rólantsson, sáli, og Christian Andreassen (Mynd: Óla Jákup Rólantsson, sáli, á Facebook)
Ungmannafelagið Skansastova varð eisini ein týðandi karmur um livetónleikin í Havn. Felagið skipaði fyri fleiri konsertum í sjeytiárunum og var við til at skapa ein størri konsertpall fyri føroyska rokktónleikin, sum tyktist hóttur í dansistovuni.
Tann progressivi tónleikurin, sum nógvir bólkar gjarna vildu spæla, var ikki so væl dámdur millum dansifólkið eins og tann gamli rokktónleikurin. Hetta hevði við sær, at karmarnir fyri livetónleik í miðstaðarøkinum broyttist. Tónleikurin varð í størri mun spældur á konsertum og gjørdist meiri eliterur. Nú skuldi lurtast og metast, ikki bert ballast og dansast. Ein lurtimentan sá dagsins ljós – nakað, ið ikki hevði verið vanligt fyri føroyskan instrumental tónleik, sum søguliga var óloysiliga knýttur at dansi.
Á bygd tyktust sterku vinnulívsbygdirnar – serliga Klaksvík, men eisini Vestmanna og Fuglafjørður – tó at rokka víðari fyri fullsettum húsum í dansistovuni.
Vinnulívsbygdir rokka víðari
Meðan diskoteksrákið gjørdi seg harðliga inn á livetónleikin í Havn, tykist árinið ikki vera eins sterkt út á bygd. Sterku vinnulívsbygdirnar Klaksvík, Fuglafjørður og Vestmanna rokkaðu víðari við dansibólkum nærum hvørt vikuskifti. Líkt er til, at diskoteksrákið kom seinni út á bygd í mun til Havnina. Eisini høvdu hesar bygdir sterkar tónleikabólkar, sum vóru við til at halda fast við siðbundnu dansimentanina. Í Klaksvík ráddu Hjarnar og Straight Ahead fyri borgum, í Fuglafirði Absurdy Fair og í Vestmanna Fox.
Hjarnar spælar konsert í Høllini á Hálsi í Havn einaferð í sjeytiárunum
Hjarnar
Ein tann virknasti, og av mongum mettur at vera ein av bestu rokkbólkunum í Føroyum í sjeytiárunum, var Hjarnar úr Klaksvík. Ríka tónleikalívið í Klaksvík í seksti- og fyrst í sjeytiárunum hevði stóra ávirkan á tað yngra ættarliðið. Eisini á smádreingin Karl Martin Samuelsen, sum hevði til fragd at syngja.
Hann og vinnmenninir plagdu at stilla seg uttanfyri ein sethúsakjallara at syngja, har nakrir eldri dreingir høvdu stovnað tónleikabólkin Tigers. Eina ferð teir soleiðis standa og gera seg upp uttanfyri húsaveggin við sangi, fer kjallarahurðin upp. Karl Martin Samuelsen verður spurdur, um hann vil syngja við í bólkinum, og var hetta byrjanin til hansara tónleikalív.
Seinni komu tveir aðrir dreingir við í bólkin, og tá var bólkurin stovnaður við navninum The Tigers. The Tigers vandu dúgliga ymisk kend løg, ið vóru frammi fyrst í sjeytiárunum, og bólkurin mentist. Tigers vandu dúgliga ymisk kend løg, ið vóru frammi fyrst í sjeytiárunum, og bólkurin mentist. Ein trupulleiki var, at bólkurin einki trummusett átti, so skipað varð fyri eini barna-garagukonsert fyri at fíggja keypið av einum trummusetti, ið kostaði 100 krónur. Atgongumerkini kostaðu 25 oyru. Karl Martin Samuelsen var sangari og tann einasti, ið ikki spældi á nakað ljóðføri. Tí endaði hann handan trummurnar. Tigers høvdu ikki langa livitíð. Teir spældu frá 1966 til 1968.
The Tigers f.v. Joen Jakku Jacobsen, Jóannes Petersen, Karl Martin Samuelsen, Jóhann Laksáfoss og Eyðun Jacobsen (Mynd: Privat mynd)
Eftir fyrstu veruligu tónleikaavbjóðingina, hevði Karl Martin Samuelsen fingið blóð á tonnina. Hann stovnaði nakað seinni bólkin Fata Morgana. Umframt Karl Martin myndaðu eisini Hans Black og Jákup Olsen henda bólk. Tað var við hesum bólki, at Karl Martin Samuelsen fyrstu ferð spældi til almennan dans. Eitt ár ella so seinni var hesin bólkur søga. Í 1974 rann saman millum Eyðun Nolsøe á gittara, Hans Black á trummum, Jógvan Olsen á urgu, Jákup Olsen á bassgittara og Karl Martin Samuelsen sum sangara. Allir høvdu teir ávísar tónleikaroyndir frá tónleikabólkum í Klaksvík, og teir fingu innivist í Atlantis Bio og seinni í KÍ høllini.
Tónleikabólkurin fekk navnið Hjarnar. Tað var Hans Biskupstø, Hans bóndi nevndur, sum var abbi trummuleikaran, ið kom við uppskotinum at nýta Hjarnar. Navnið stavar úr Høgnatátti.Fyrstu tíðina vóru nakrar broytingar í manningini. M.a. var Petur Hans Poulsen úr The Swallows við sum gittarleikari til eina konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hetta var í 1974. Jákup Olsen fór úr bólkinum, og í hansara stað kom Jóannes Petersen sum nýggjur bassleikari fram til 1976, tá gittaraleikarin Eyðun Nolsøe tók yvir. Nýggi gittarleikari bleiv Hildibjartur Hansen.
Manningin í Hjarnum hevði í 1977 lagt til merkis dugnaliga gittarleikaran á einari skansastovukonsert á Nabb saman við bólkinum Black Birds úr Havn. Avgjørt var at royna at fáa hann við í bólkin. Teir engdu við einum sera góðum og flottum Gibson gittara, ið teir høvdu í Klaksvík, og hendan gittaran skuldi Hildubjartur nýta, um hann vildi verða ein av manningini. Hildibjartur Hansen bleiv partur av Hjarnum frá 1977 til 1980.
Standandi f.v.: Hans Blak, Jógvan Olsen og Eyðun Nolsøe. Húkandi f.v.: Hildebjartur Hansen og Karl Martin Samuelsen
Hjarnar løgdu seg eftir at spæla fjølbroyttan tónleik. Teimum dámdu allir rokktónleik, og hesin var tað, ið hevði fyrsta prioritet. Hjarnar bleiv skjótt ein væl dámdur bólkur, ið spældi nógv til dans runt um í landinum. Umframt at spæla til dans, so luttóku teir á teimum flestu konsertunum, ið vórðu fyriskipaðar hesi árini.
Nógvu venjingarnar gjørdu, at bólkurin bleiv væl samanspældur. Teir høvdu eisini serstakliga góðar umstøður at venja í. Fyrst í KÍ-høllini. Síðani í krambúðini á Biskupsstøð, sum býráðið í Klaksvík átti. Tá hon skuldi brúkast til annað endamál, sluppu teir at flyta inn í húsini hjá fyrrverandi løgmanni Hákuni Djurhuus, sum kommunan hevði keypt. Húsini vórðu ljóðdoyvd fyri at minka um larmin frá venjingunum.
Blaðið Gøtusóparin hevur 2. mai 1977 ummæli av konsert tann 16. april, har bólkurin hevur luttikið.
"Hjarnar fingu rættiliga vind í seglini aftan á skansastovukonsertina í fjør, tá Karl Martin kom út á pallin við hálvnaknum yvirkroppi og var, burtursæð frá Ólavi Presley, einasti í fjølbroyttu konsertina, og sum gjørdi eitt sindur burtur úr upptrakking."
Gøtusóparin hevur 2. mai 1977
Tað var á hesi konsertini, at teir gjørdu lagið hjá Hello "Tell Him" til sítt sereyðkenni.
Eitt hálvt ár seinni, í oktober mánaði 1977, innspældi bólkurin sína fyrstu plátu, eina stakpláta. Vegna teir vantandi upptøkumøguleikarnar í Føroyum varð hon upptikin í Keypmannahavn.
Samstundis sum plátan varð upptikin, skiftu teir navn frá Hjarnar til Sunny. Hetta var illa dámt av nógvum føroyingum, men tað var neyðugt, av tí at plátan eisini skuldi gevast út í Danmark. Mett varð, at danir høvdu havt trupult við at úttala Hjarnar.
1300 eintøk vórðu seld av plátuni í Føroyum. Hon lá eina tíð ovarlaga á 15 teimum bestu og bíðaði eftir, at Robert, Jákup og Ólavur skuldu rýma av fyrstaplássinum. Tá tað hendi, hoppaði "Bad Dream" hjá Sunny upp á nummar eitt og setti met við flest stigum. Tað skuldi ein mætur maður sum Sir Paul McCartney til at troðka Sunny av fyrsta plássinum.
Hvat plátan seldi í Danmark, er ikki greitt. Hon varð tó spæld í Danmarks Radio, sum hevði samrøðu við bólkin. Harumframt var plátan eisini at síggja á hittlistanum hjá danska ungdómsblaðnum Vi Unge. Í 1978 fara teir til Danmarkar at spæla í ein mánað m.a. í Daddy’s Dance Hall í Keypmannahavn.
Teir sluppu at hita upp til kenda danska bólkin Mabel, sum vitjaði klettarnar, tó ikki á sama palli, sum kendi danski bólkurin. Ein lítil pallur varð gjørdur við síðuna av, og her kundu teir so spæla.
Danska Sunny-ævintýrið endaði í 1979, tá bólkurin skifti navn aftur til Hjarnar. Teir byrjaðu nú at leggja seg eftir at spæla egin løg.
Gittaraleikarin Hildibjartur Hansen fór úr bólkinum í 1980 og varð avloystur av Graham Stewart, sum hevði spælt við bólkinum Feslie úr Gøtu.
Árið eftir í 1981 fóru teir aftur til Danmarkar á konsertferð, og nú var oddamaðurin úr Straight Ahead – sum vóru givnir um hetta mundið – Jørgin Dahl eisini komin upp í bólkin. Ferðin varð løgd soleiðis til rættis, at stundir vóru eisini at fara í upptøkuhølið. Burtur úr hesum spurdist ein stakpláta.
Norska sjónvarpið var í Føroyum í 1981 og gjørdi eina sending um ungdómin her. Hjarnar vóru við í hesari sending. Tað var í hesum sambandi, at eitt sjónband við lagnum "Into the Night" varð tikið upp á takinum á Hotel Hafnia.
Nøkur ár seinni í 1985 sendi Jørgin Dahl nøkur løg inn til eina altjóða tónleikakapping, sum Radio Luxembourg skipaði fyri saman við Seven Up. M.a. var lagið "Breaking my Heart", sum rakk 2. plássið í kappingini.
Um hetta mundið var Hjarnar meir ella minni givin at spæla. Teir høvdu tó rúgvusmikið egið tilfar liggjandi. Teir hildu tað vera spell, at tað bara lá, og gjørdu tí av at gera eina plátu. Hon varð upptikin í útvarpshøllini og kom út í 1984. Eftir tað gavst bólkurin heilt.
Í 1989 vórðu Hjarnar savnaðir aftur í sambandi við eitt "Aftur í 70’ini"-tiltak í Klaksvík. Manningin var nakað tann sama, tó við Ólavi Øster á gittara. Eftir hetta og nógv ár fram spældu teir javnan. Í 1995 kom fløgan "Alla nátt", og sama ár luttók bólkurin í fyrstu Prix Føroyar-kappingini.
Kelda: "Føroyska rokksøgan - frá frumrokki til altjóða tónleikapallin" eftir Hans Egholm, Kartin Leitisstein Hansen, Una Leitisstein Hansen og Niels Una Dam.































