- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri Banki hevði 331 milliónir krónur í avlopi fyri skatt

Betri Banki hevði eitt gott ár í fjør, hóast tað ikki var heilt so gott, sum árið frammanundan.
Avlopið fyri skatt var 331 milliónir krónur, samanborið við 351 milliónir krónur árið fyri, og avlopið eftir skatt var 273 milliónir krónur samanborið við 290 milliónir krónur.
Orsøkin til lakara úrslitið er, at rentuinntøkurnar hjá bankanum minkaðu rættiliga munandi, við sløkum 12 prosentum, úr 595 milliónum krónum niður í 526 milliónir krónur. Samstundis minkaðu rentuútreiðslurnar úr 92 milliónum krónum niður í 75 milliónir krónur. Nettorentuinntøkurnar minkaðu tí við 52 milliónum krónum. Á hinari síðuni lækkaðu avskrivingarnar hjá bankanum við sløkum 19 milliónum krónum, úr 23 milliónum krónum niður í fýra milliónir krónur, virðisjavnanin - kursbroytingin - var í fjør slakar fimm milliónir krónur størri enn árið fyri og starvsfólkaútreiðslurnar minkaðu við sløkum trimum milliónum krónum.
Samanlagt gevur tað eitt úrslit fyri skatt uppá 331 milliónir krónur og 273 milliónir eftir skatt.
Og hóast talan er um eina lítla afturgongd, so er Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka, væl nøgdur við úrslitið.
- Úrslitið er nakað lakari enn árið frammanundan, men tað hongur saman við broyttu rentunum, sum lækkaðu rættiliga fitt í fjør, sigur Jean Djurhuus, forstjóri.
Ofta verður funnist at bankunum fyri at hava stór avlop, og hóast Jean Djurhuus, forstjóri, skilir, at fólk halda 273 milliónir krónur vera nógv, so er tað í grundini ikki meira enn tað sum má til, um bankin skal klára at liva upp til tey krøv, sum verða sett bankum í dag.
- Betri Banki hevur eftir árið í fjør ein solvens uppá 37,1 prosent, sum eisini virkar sum eitt øgiliga stórt tal, men av tí at bankin er SIFI-banki, tað vil siga, ein banki, sum hevur stóran týdning fyri samfelagið, eru solvens-krøvini øgiliga høg. Við solvens-kravinum og eyka buffarakrøvunum er samlaða kravið til bankan umleið 35-36 prosent, so vit eru ikki nógv omanfyri tað, sigur Jean Djurhuus.
Fara vit 10-20 ár aftur í tíð, so høvdu bankarnir ikki so góð úrslit sum teir hava í dag. Men nógv er broytt hetta tíðarskeiðið, serliga hvat reglum og krøvum viðvíkur, og tað setur heilt øðrvísi krøv til peningastovnarnar enn mann gjørdi fyrr. Og tað sæst eisini aftur í úrslitunum.
Forstjórin í Betri Banka er sum heild væl nøgdur við raksturin, serliga, at tað hevur eydnast at fáa kostnaðarstøðið niður, so bankin fær meira burtur úr hvørjari útreiðslukrónu. Og rentingin av eginognini hjá bankanum var 12,5 prosent samanborið við 14,5 og 16,1 prosent árini frammanundan.
- Har liggja vit væl samanborið við danskar peningastovnar, og eisini tí eru vit sum heilt væl nøgd við úrslitið í fjør, sigur Jean Djurhuus.
Fimm ára yvirlit yvir roknskapartøl hjá Betri Banka Kelda: Betri Banki
Trýst á pílin niðanfyri, og hoyr alt innslagið, sum varð sent í útvarpinum týskvøldið:

























