Breddin: Sjúklingar detta millum skipanir

Breddin: Sjúklingar detta millum skipanir
Psykiatriin skal hjálpa sálarsjúkum, og viðgerðarstovnar skulu hjálpa teimum, sum eru bundin av rúsevnum, men hvat hendir, tá avbjóðingar eru á báðum økjum?
Tormóður Stórá og Leivur á Lakjuni verða gestir í Breddanum í dag.
 
13.11.2025 - 08:49

Tað ljóðar einfalt: Psykiatriin hjálpir teimum, sum eru sálarliga illa fyri, og viðgerðarstovnar hjálpa teimum, ið eru bundin av rúsevnum.  

Men hvat hendir, tá tú hevur avbjóðingar á báðum økjum?

Í Føroyum eru tað júst hesi fólkini, sum ofta detta millum tær skipanir, ið skulu hjálpa teimum. 

Og hjá teimum, sum haraftrat ikki hava ein fastan bústað, er tað nærum ógjørligt at fáa hjálp. 

Í Breddanum í dag spyrja vit, hví tað er so trupult at lofta hesum bólkinum, hvørjar avbjóðingar eru á økinum - og hvussu hesin knúturin kann loysast. 

Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum,  og Leivur á Lakjuni, fakligur ráðgevi á Blákrossheiminum,  eru gestir í sendingini í dag. 

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328