Hví er haran svørt?

Hví er haran svørt?
Talan er sannlíkt um eina mutatión, sum ger haruna svarta, sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum kannar sjáldsomu svørtu haruna
18.11.2025 - 19:24

Fyri fyrstu ferð í søguni er ein svørt hara funnin í Føroyum. 

Svarta haran er ein av teimum heilt fáu av sínum slag í øllum heiminum.

Talan er um eina serliga mutatión, sum ger haruna svarta, sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, um haruna, sum var skotin fyri kortum.

Á haruveiðu í Tormansbø fyri á leið tveimum vikum síðan var svarta haran funnin og skotin. Tað visti jn.fo at siga.

Neyva svarið upp á DNA-kanningina veit Eyðfinn Magnussen at siga, tá ið úrslitið av kanningini, sum verður gjørd í Svøríki, kemur aftur.

Síggj, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, kannaði svørtu haruna í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817