Fótbóltsmenninir settu sterkt punktum fyri gott fótbóltsár

Fótbóltsmenninir settu sterkt punktum fyri gott fótbóltsár
Við málið frá Peturi Knudsen vunnu føroysku fótbóltsmenninir venjingardystin á Kasakstan og settu soleiðis virðiligt punktum fyri søguliga gott landsliðsár
Petur Knudsen fagnast eftir at hann fekk eina tá á skot frá Arnbjørn Svensson og legði Føroyar framum
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
19.11.2025 - 08:02

Petur Knudsen skoraði einsamalla málið í venjingardystinum ímóti Kasakstan í Kroatia, og soleiðis settu føroysku fótbóltsmenninir punktum fyri søguliga gott fótbóltsár.

Ein lítil hálvur tími var spældur á Aldo Drosina Stadion í Pula, tá NSÍ-framherjin skoraði eftir gott føroyskt trýst eina løtu.

Sigurin kundi kanska verið uppaftur størri, tí Føroyar høvdu fleiri kjansir, men við sjey nýggjum monnum frá byrjan í mun til dystin ímóti Kroatia var úrslitið og innsatsurin akkurát fyri.

 

Søguliga gott landsliðsár

Eyðun Klakstein og hansara menn hava vunnið helmingin av dystunum í hesum árinum, og í undankappingini til HM 2026 endaðu Føroyar nummar trý í bólkinum við 12 stigum – beint aftanfyri Kroatia og Kekkia, men væl frammanfyri Montenegro og Gibraltar.

Næst á skránni hjá manslandsliðnum er lutakastið til UEFA Nations League 2026/2027, sum verður 12. februar, og í seinnu hálvu av mars skulu Føroyar spæla tveir venjingardystir, skrivar Fótbóltssambandið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136