SF fær yvirborgarstjóran í Keypmannahavn

SF fær yvirborgarstjóran í Keypmannahavn
Sisse Marie Welling skal røkja sessin, sum sosialdemokratarnir hava havt í meira enn 100 ár
Sisse Marie Welling úr SF verður nýggjur yvirborgarstjóri í Keypmannahavnar kommunu.
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
19.11.2025 - 08:52

Sosialistiski fólkaflokkurin fær yvirborgarstjórasessin í Keypmannahavn, sum sosialdemokratarnir hava havt í meira enn eina øld.

Tað er greitt eftir kommunuvalið í gjár.

Sisse Marie Welling úr SF verður nýggjur yvirborgarstjóri. 

65 sessir í býráðnum í Keypmannahavn, og flokkarnir, sum hava avtalað, at Sisse Marie Welling skal vera yvirborgarstjóri, eru Eindarlistin, Alternativet, Vinstri, Konservativi flokkurin, Radikali flokkurin og Danski fólkaflokkurin. 

Valevnið hjá sosialdemorkratunum til yvirborgarstjórasessin, Pernille Rosenkrantz-Teil, hevur viðgingið ósigurin.

Hon var ongantíð boðsend til samráðingar um at skipa býráðið í Keypmannahavn eftir valið í gjár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025