Føroyar reistu seg og eru nú fremstar

Føroyar reistu seg og eru nú fremstar
Føroyar gjørdu bart í báðum mikudagsdystunum, og kunnu nú sjálvar avgera smálandakappingina í talvi við góðum endaspurti fríggjadagin og leygardagin
 
20.11.2025 - 09:23

Føroyar gjørdu bart í báðum mikudagsdystunum, og kunnu nú sjálvar avgera smálandakappingina í talvi við góðum endaspurti fríggjadagin og leygardagin.

Í fyrrapartsdystinum vann føroyska talvlandsliðið 3 - 1 í toppdystinum móti Kýprós, og seinnapartin vunnu Føroyar 4 - 0 á Liktinstein, skrivar Talvsambandið.

Í dag er frídagur á Kýpros. 

 

Tveir góðir sigrar

Tað gekk upp á stás mikudagin. Góði 3-1 sigurin í oddadystinum móti Kýprós fløvaði, og seinnapartin settu føroyingarnir trumf á við 4-0 móti Liktinstein.

Einasta broyting á liðnum var, at unglingarnir skiftu á fjórða borði. Jón í Horni Nielsen, sum vann í morgun, víkti sætið, og Elias Petersen tók hansara pláss.

Helgi Dam Ziska telvaði aftur ógvuliga sannførandi, og vann lættliga. Sama gjørdi Luitjen Akselsson Apol, sum hevur staðið seg ógvuliga væl. Telvararnir við svarta fólkinum máttu kýta seg. Hvørki Høgni ella Elias komu væl frá byrjanini, men báðir stríddust væl og vóru mentir at venda gongdini.

 

6. umfar (19. november kl. 07:30)

Kýprós - Føroyar 1 - 3
Andorra - Monako 2½ - 1½
Liktinstein - Luksemburg 1 - 3
Jersey - Malta 2½ - 1½
San Marino - Guernsey 1½ - 2½

 

7. umfar (19. november kl. 13:30)

Føroyar - Liktinstein 4 - 0
Luksemburg - Andorra 1½ - 2½
Guernsey - Kýprós ½ - 3½
Malta - San Marino 3½ - ½
Monako - Jersey 3 - 1

 

Støðan eftir sjey umfør

1. Føroyar 12 stig (22 borðstig)
2. Andorra 12 (19½)
3. Kýprós 11 (20)
4. Luksemburg 9 (20)
5. Monako 7 (14½)
6. Liktinstein 7 (11½)
7. Malta 4 (13)
8. Jersey 4 (9½)
9. Guernsey 3 (6)
10. San Marino 1 (5½)

 

Føroyar eru nú á odda í kappingini. Í dystarstigum stendur á jøvnum millum Føroyar og Andorra, men Føroyar hava munin í borðstigum. Tað kann fara at gerast avgerandi. 

Mest sannlíkt er, at oddaliðini kunnu vinna dystirnar, ið eftir eru. Hendir tað, verða borðstigini avgerandi. Tí ræður um hjá Føroyum at fáa sum mest burturúr í dystunum í 8. og 9. umfari. Í løtuni hava vit hálvttriðja stig meira enn Andorra.

 

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum higartil er henda:

Helgi Dam Ziska 5½/7
Høgni Egilstoft Nielsen 4½/6
Luitjen Akselsson Apol 5½/6
Jón í Horni Nielsen 3½/6
Elias Petersen 3/4

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345