Ákærd fyri at fiska ov nógva lodnu í íslendskum sjógvi

Ákærd fyri at fiska ov nógva lodnu í íslendskum sjógvi
Skiparin á Norðborg og reiðaríið nokta seg sek
Sambært ákæruritinum fiskaði Norðborg meira enn 100 prosent meira enn hann hevði loyvi til.
 
20.11.2025 - 16:00

Skiparin á Norðborg og reiðaríið Hvalnes eru ákærd fyri at fiska ov nógva lodnu í íslendskum sjógvi.

Tað skal vera hent í mars.

Sambært ákæruritinum fiskaði Norðborg meira enn 100 prosent meira, enn hann hevði loyvi til.

Bæði skipari og reiðarí nokta seg sek.

Lodnukvotan hjá Norðborg var 107,26 tons.

Føroya rættur viðger málið fríggjadagin í næstu viku. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026