Ukraina hevur til 27. november at taka støðu til friðarætlan

Ukraina hevur til 27. november at taka støðu til friðarætlan
 
22.11.2025 - 10:21


Ukraina hevur til 27. november at taka støðu til eina friðarætlan í 28 punktum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt.

Ætlanin sigur millum annað, at:

 

- tað skal staðfestast, at Ukraina er eitt sjávlstøðugt land.

- at tað ikki mugu fremjast álop millum Russland, Ukraina og Evropa.

- at allar ósemjur seinastu 30 árini eru at roknað sum loystar.

- at Russland ikki leypir á grannalond og at NATO ikki víðkar eystur eftir

- at samskifti millum Russland og NATO við USA sum meklara skal tryggja altjóða trygd og økja um møguleikarnar fyri samstarvi og búskaparligari menning

og

- at Ukraina fær álítandi verjutrygd.


Men ætlanin líkist mest av øllum eini undirgeving, heldur útsendi tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum, Steffen Gram, sum eisini heldur, at ES er tikið á bólið.

Ætlanin snýr seg millum annað um, hvørji økir Ukraina skal lata frá sær. 

 

Ætlanin loyvir Russlandi inn aftur í hitan í altjóða samstarvi uttan handilsbann og við útliti fyri góðum samstarvi við USA.

Ukraina kann gloyma alt um at gerast limur í NATO og skal taka seg úr Donbas-økinum, umframt at lata økir, sum tey nú hava tamarhald á til Russland, sigur Steffen Gram. 

 

Ukraina hevur lagt stóran dent á verjutrygd. 

Um tað ikki ber til frá NATO, so frá USA.

 

Sambært avtaluni fær Ukraina sokallaða "álítandi verjutrygd" uttan at hetta er lýst nærri. 

 

Evropisk hernaðarflogfør skulu vera í Póllandi, og brýtur Russland avtaluna, verður svarað aftur hernaðarliga, sigur avtalan.

Men avtalan loyvir ikki NATO-herdeildum í Ukraina og aðrar friðarvarveitandi herdeildir kunnu heldur ikki koma inn í landið.

 

Sambært danska tíðindamanninum, Steffen Gram, er talan tí ikki um nakra veruliga verjutrygd móti Putin.

Tað vekir somuleiðis ans, at USA stendur at vera meklari millum NATO og Russland. 

Tað kann sáa iva um hvønn leiklut USA sær seg hava í NATO - kanska serliga í samband við at NATO skal rullast aftur í EVROPA - longur vekk frá Russlandi.

Einki stendur um rættarliga avleiðingar av krígsbrostverkum, men tað ER nevnt, at russar ikki kunnu revsast fyri gerðir teirra undir krígnum. 
 
Evropa eigur at halda fast um, at evropeisku londini skulu vera við í tilgongdini um eina friðaravtalu, heldur Steffan Gram, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852