Gongur minni væl við sildafiskiskipinum í løtuni

Gongur minni væl við sildafiskiskipinum í løtuni
Føroysku sildaskipini leita - og bíða - framvegis eftir sildini, sum enn liggur innanfyri markið, sum íslendingar ikki vilja loyva føroyingum innum.
Arngrím Hansen, skipari á Gøtunesi
 
23.11.2025 - 16:25

Tað hevur gingið so sum so, hjá føroyska sildaflotanum at sleppa framat várgýtandi sildini í íslendskum sjógvi.

Tað váttar Arngrím Hansen, sum er skipari á Gøtunesi hjá samtakinum Varðanum í Gøtu.

Seks-átta av føroysku sildaskipunum liggja í løtuni beint uttanfyri markið, sum íslendsku myndugleikarnir hava sett fyri, hvar føroysku skipunum sleppa at fiska. Tey kunnu fara innum - og hava eisini gjørt tað - at leita, men skulu tey fiska, so mugu tey vera uttanfyri markið.

Orsøkin til, at tað er eitt mark, er at tað eru tveir sildastovnar, ein íslendskur, har talan er um eitt sindur minni sild, og so tann norska várgýtandi sildin, sum er tann, sum føroysku skipini sleppa at fiska í íslendskum sjógvi. Hon er eitt sindur størri enn tann íslendski stovnurin.

Norska várgýtandi sildin kemur útum, meðan tann íslendska sildin fer fram við íslendsku strondini, men spurningurin er bara nær. Sambært Arngrími Hansen plagar tað at vera fyrr, og tí er ikki annað at gera beint nú enn at geva tol.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindasendingini seinnapartin.

1778015

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136