Bíligt at bróta lógina

Bíligt at bróta lógina
Ein máti at fyribyrgja arbeiðsóhappum, er at revsingin er stór. Men tað er hon ikki í Føroyum. Hægsta upphædd man kann fáa fyri at bróta arbeiðsumhvørvislógina er 40.000kr
Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðafelag
25.11.2025 - 19:30

Arbeiðs og brunaeftirlitið umsitur arbeiðsumhvørvislógina og hevur heimild at geva bøtur, um hon verður brotin - tað kann til dømis vera, tá eitt arbeiðsóhapp er hent . 

Hægsta upphædd verður givin fyri at bróta arbeiðsumhvørvislógin er 40.000kr, óansæð hvussu stór fyritøkan er.

 

Bótin hægri aðrastaðni

Í okkara grannalondum eru upphæddirnar á bótunum munandi hægri. Til dømis Í Danmark er grundupphæddin á bótini fyri skaðar, har vandi er fyri lív og heilsu - 66.900kr. Tann upphæddin kann blíva tvífaldað og meira undir skerpaðum umstøðum og tær verða eisini roknaðar eftir støddini á fyritøkunum. í ár hava fleiri danskar fyritøkur fingið bøtur yvir 100.000kr. Tær hægstu bøturnar sum hava verið givnar fyritøkum í Føroyum, hava verið aftaná deyðsvanlukkur. Tá hevur upphæddin verið 40.000kr

Fakfelagsformaðurin stúrir fyri, at arbeiðsóhapp ikki verða fyribyrgd nóg væl, tá avleiðingarnar ikki eru so stórar.

Tað týdningarmesta er tó, at óhappið aldrin hendir, sigur Heri Reynheim. "Um bøturnar skulu hækka, skal eftirlitið eisini herðast."

 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið brúkar sjáldan heimildina

Tað er arbeiðs og brunaeftirlitið sum hevur heimild at geva bøtur, um arbeiðsumhvørvislógin ikki verður hildin. Men, tey hava bara givið 14 bøtur síðani 2017 og tey hava einki samlað yvirlit yvir øll arbeiðsplássini tey skulu hava eftirlit við.

Leivur Persson er stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. "Aftaná Poltiið og parkeringsvaktirnar eru vit nokk stovnurin sum gevur flest bøtur," sigur hann. Í samrøðu við Kringvarpið sigur hann, at tey hava givið 14 bøtur síðani 2017.

Tað er minni enn ein um árið. Árliga eru umleið 400 fráboðanir um arbeiðsóhapp. Evelyn Gaard, HTU leiðari hjá Articon sigur, at talið møguliga er tað dupulta, tí í okkara grannalondum verða bert helvtin av arbeiðsóhappum fráboðað.

Leivur Persson sigur, at talið av bótum er nøktandi. 

 

Sí samrøðu við Hera Reynheim, formann í Havnar Arbeiðarafelag, og Leivur Persson, stjóra í Arbeiðs- og brunaeftirltinum, í Degi og viku.

 

 

Sí eisini:

"Talið av arbeiðsóhappum í Føroyum óneyðuga stórt”

Fleiri doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum enn í flestu ES-londum

Vandamiklari at fara til arbeiðis í Føroyum enn aðrastaðni

Bíðað í hálvtfimta ár: Jógvan hevur mist vónina um at fáa endurgjald

Hví bíðar Jógvan enn eftir endurgjaldi?

"Vanlukkutryggingarráðið bleiv meira óprofessionelt"

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839