Atkvøða um fosturtøkulógina týsdagin

Atkvøða um fosturtøkulógina týsdagin
Rættarnevndin hevur lagt fram álit í dag. Nevndin hevur býtt seg í tríggjar minnilutar
Rættarnevndin hevur lagt fram álit í fosturtøkumálinum í dag, og uppskotið kemur til aðru viðgerð týsdagin.
 
28.11.2025 - 14:39

Uppskotið um at broyta fosturtøkulógina kemur til aðru viðgerð í tinginum týsdagin, og tá verður eisini atkvøtt í málinum.

Rættarnevndin hevur lagt álit fram í dag.

Nevndin hevur býtt seg í tríggjar minnilutar.

Minnilutin, Hervør Pálsdóttir, Ingilin Didriksen Strøm og Kristianna Winther Poulsen, mælir til at samtykkja uppskotið.

Hervør Páldóttir og Ingilín Didriksen hava lagt uppskotið fram saman Karlot Hergeirssyni og Eyðdis Hartmann Niclasen. 

Sambært uppskotinum verður fosturtøka loyvd til viku 12. 

 

Meinlíkt uppskot, sum fall

Minnilutin, Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mecedis Gunnleysgdóttir og Steffan Klein Poulsen, mælir frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin sigur, at uppskotið er næstan meinlíkt tí, sum løgtingið feldi í fjør. Nú, meðan ein lítil tíðaravmarkað broyting er í samansetingini í løgtinginum, verður málið lagt fram í skundi, tí ein møgulig undirtøka kann vera burtur aftur longu um stutta tíð.

Hetta má sigast at vera løgin arbeiðsháttur, siga Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mecedis Gunnleysgdóttir og Steffan Klein Poulsen

Minnilutin, Henrik Old, tekur heldur ikki undir við uppskotinum, og mælir frá at samtykkja tað. Henrik Old sigur, at hann fer at leggja fram uppskot til samtyktar, um at heita á landsstýrið um at geva kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, munandi eingangsupphædd. Hann sigur, at nóg mikið av peningi er at taka úr Barsilsgrunninum.

Les alt álitið frá rættarnevndini her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424