Venjing á arbeiðsplássinum er eitt arbeiðsmarknaðarmál

Venjing á arbeiðsplássinum er eitt arbeiðsmarknaðarmál
- Arbeiðsmarknaðurin eigur at taka hetta málið upp í mun til vága fyri sjúku, sigur Magni Mohr, professari í fysiologi
 
21.09.2026 - 10:04

Átta tímar á einum kontórstóli framman fyri einum telduskíggja.

Soleiðis sær ein vanligur arbeiðsdagur út hjá nógvum føroyingum.

Og júst tí er umráðandi, at starvsfólk hava møguleika at venja í arbeiðstíð. 

Tað heldur Magni Mohr, sum er professari í fysiologi og hevur stórt innlit í, hvussu ymiskir venjingarhættir og rørsla sum heild ávirka okkum. 

Í útvarpssendingini, Heilsuhornið, tosar Magni Mohr um týdningin av rørslu hjá starvsfólkum, sum sita ein stóran part av arbeiðsdegnum. 

- Flestu okkara hava ein gerandisdag, har vit eru nógv á arbeiðsplássinum, og vit hava ein livihátt, sum gongur nógv ímóti tí fysiologi, sum vit hava, sigur Magni Mohr og vísir á, at ein óvirkin lívsstílur hevur avleiðingar:

- Vit síggja, at tað er eitt tætt samband millum vágan fyri teimum stóru fólkasjúkunum, og hvussu óvirkin mann er kroppsliga, sigur Magni Mohr.

Sambært honum átti tað at verið ein sjálvfylgja, at starvsfólk, ið sita ein stóran part av gerandisdegnum, fingu møguleika at røra seg í arbeiðstíð:

- At kunna vera virkin og at kunna venja á arbeiðsplássinum er eitt arbeiðsmarknaðarmál. Tað er nakað, sum arbeiðsmarknaðurin eigur at taka upp í mun til vága fyri sjúku, sigur Magni Mohr.

 

Hoyr samrøðuna við Magna Mohr í Heilsuhorninum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302