Lítið kom burtur úr friðartingingunum í Moskva

Lítið kom burtur úr friðartingingunum í Moskva
Í amerikonsku sendinevndini vóru serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, og versonur forsetans, Jared Kushner
Frá samráðingunum í Kreml í gjár.
Mynd: Kristina Kormilitsyna/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.12.2025 - 10:19

Lítið kom burtur úr friðartingingunum í Moskva í gjárkvøldið, tá russiski forsetin, Vladimir Putin, hitti amerikonsk samráðingarfólk at umrøða eina friðarætlan fyri kríggið í Ukraina.

Kortini sigur ein ráðgevi hjá russisku stjórnini, at fundurin var bæði innihaldsríkur og munadyggur.

Í amerikonsku sendinevndini vóru serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, og versonur forsetans, Jared Kushner.

Endamálið við fundinum, sum vardi í stívliga fýra tímar, var at royna at finna semju um eitt uppskot um eina veruliga friðaravtalu.

Men báðir partar mugu ásanna, at tað hevur ikki eydnast, sigur Kim Bildsøe Larsen, korrespondentur hjá danska kringvarpinum í USA:

 

03122025_Bildsoe

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954