Vikugesturin: Stjórin á gólvinum

Vikugesturin: Stjórin á gólvinum
Nýggi stjórin á Hotell Føroyum, Rósa Maria Restorff, var vikugestur
Rósa Maria Restorff ber arvin víðari
 
06.12.2025 - 13:12

- Eg elski framvegis at taka uppvaskið á matstovuni, tá tað stendur á.

Rósa Maria Restorff hevur roynt allar leiklutir í hotell- og matstovuvinnuni.

Hon vaks upp við familjufyritøkuni Hafnia, sum Restorff-familjan rak við einum serligum gestablídni í nógv ár. 

Sjálv fekk hon hotellmat mest sum hvønn dag sum barn, og tí elskaði hon, tá ið fiskafrikadellur ella rísingreytur stóð á borðinum.

Nú hon er vorðin 50 ár, skal hon stjórna Hotel Føroyum. 

Tað verður sagt um hana, at hon er blíð, fyrikomandi og tolin, og hon tosar nógv, tá ið tað snýr seg um arbeiðið. Men í tí privata er hon still og innvend, sigur vinkonan og systirin um hana.

- Eg eri bara tann, sum eg eri.

Hoyr alla samrøðuna við Rósu Mariu Restorff her.

1781030

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985