Býráðslimur ímóti ætlanini hjá Tórshavnar Kommunu um leiguíbúðir

Býráðslimur ímóti ætlanini hjá Tórshavnar Kommunu um leiguíbúðir
Bústaðir og Tórshavnar Kommuna ætla, at íbúðirnar hjá Bústøðum við Dalavegin í Havn, skulu gerast til leiguíbúðir. Ikki øll í býráðnum taka undir við nýggju loysnini.
09.12.2025 - 19:37

Bústaðir og Tórshavnar kommuna ætla saman at stovna eitt bústaðarfelag fyri íbúðirnar við Dalavegin í Havn. Íbúðirnar, sum upprunaliga skuldu seljast sum lutaíbúðir, verða nú í staðin leiguíbúðir.

Talan er um fyrstu royndina at stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag í Føroyum. Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at hon ætlar at seta 20 milliónir krónur í felagið. Men ikki øll í býráðnum taka undir við ætlanini.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, er ímóti verkætlanini og heldur, at talan er um eina ótrygga íløgu. Hann heldur heldur, at kommunan átti at bygt bíligari íbúðir, sum vanligi borgarin hevur ráð at búgva í.

Mánaðarligi leigukostnaðurin við Dalavegin í Havn verður sambært Bústøðum millum 9.500 og 13.500 krónur, alt eftir stødd á íbúðini.

Upprunaliga, tá Bústaðir valdi at fara undir verkætlanina við Dalavegin, var ætlanin at gera íbúðirnar til leiguíbúðir. Men av tí at leiguprísurin tá varð mettur at verða ov høgur, valdi Bústaðir í staðin at royna við lutaíbúðum. Tann ætlanin er nú slept. Bústaðir sigur, at man við samstarvi við kommununa, nú hevur møguleika at áseta ein bíligari leigukostnað. 

Uppskotið um at stovna almannagagnligt bústaðarfelag kemur fyri á býráðsfundi hjá Tórshavnar kommunu komandi hósdag, 11. desember.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738