Hava vitað um umvælingina av umsitingarbygninginum

Hava vitað um umvælingina av umsitingarbygninginum
Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen halda, at aðrar verkætlanir kunnu bíða, so íløgukarmurin ikki hækkar
Umsitingarbygningurin hjá løgtinginum skal umvælast fyri meira enn 34 milliónir kr.
 
15.12.2025 - 08:04

Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum, sum báðir eru limir í fíggjarnevndini, undrast á, at ikki er lagt uppfyri umvælingini av umsitingarbygninginum hjá løgtinginum í uppskotinum um fíggjarlóg.

Tí vitað er um hesar pengarnar, tá uppskotið um fíggjarlóg var gjørt.

Talan er um 34,2 mió. kr. 

Teir báðir tingmenninir halda, at aðrar verkætlanir kunnu bíða, so løgukarmurin í fíggjarlógini ikki hækkar.

Annars tekur øll fíggjarnevndin, eisini Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen, undir við at játta pengarnar til umvælingina við Tinghúsvegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424