Norebo stevnir Noregi

Norebo stevnir Noregi
Russiska reiðaríið Norebo hevur stevnt norska statinum við kravi um, at skip tess aftur sleppa at fiska í norskum sjógvi, skrivar Fiskeribladet
Murman Seafood eigur trolaran Ostankino, sum løgtingið eisini vil hava úr føroyskum sjógvi.
 
18.12.2025 - 06:24

Russiska reiðaríið Norebo hevur stevnt norska statinum við kravi um, at skip tess aftur sleppa at fiska í norskum sjógvi, skrivar Fiskeribladet.

Løgtingið hevur givið landsstýrisfólkinum í uttanríkismálum heimild til at útihýsa Norebo JSC úr føroyskum sjógvi.

Samráðingarnar millum Noreg og Russlands um Barentshavið, sum byrjaðu mánadagin í síðstu viku, eru ikki lidnar enn.

Men sum Fiskeribladet skilur, verður toskakvotan helst ikki skerd so nógv, sum stúrt var fyri.

Samráðingar eru eisini um hýsu, lodnu, kongafisk og svartkalva.

Sambært tí, sum Fiskeribladet hevur fingið at vita, eru londini vorðin samd um heildarkvoturnar og, hvussu tær skulu býtast millum londini.

Samráðingarnar eru talgildar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086