Stúrir fyri Barentshavinum og uppsjóvarvinnuni

Stúrir fyri Barentshavinum og uppsjóvarvinnuni
Føroya skipara- og navigatørfelag hevur havt aðalfund í dag. Annfinn Garðalíð, formaður, heldur, at ymsar avbjóðingar standa fyri framman.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.12.2025 - 15:00

Í dag hevur Føroya Skipara- og Navigatørfelag havt aðalfund á Hotel Hilton í Havn. Annfinnur Garðalíð, formaður, stúrir fyri hvussu verður í Barentshavinum og fyri niðurskurðinum í uppsjóvarvinnuni.

Nýggj nevnd skal veljast í dag, og stríðsval er um at sleppa í nevndina. Fundurin, sum byrjaði fyrrapartin, er niðurlagdur meðan atkvøðurnar verða taldar.

Fyrrapartin fekk Kringvarpið orðið á Annfinn Garðalíð, formann í Skipara- og navigatørfelagnum.

Um farna árið nevnir hann m.a. Galaxy-málið, sum hevur fylt nógv eina tíð. Annars kann hann ikki koma inn á so nógv onnur mál, tí tey eru persónsmál.

Spurdur, hvørjar størstu avbjóðingar eru í løtuni, vísir hann til støðuna í Barentshavinum, og niðurskurin av kvotum í uppisjóvarvinnuni. 

Stríðsval at sleppa í nevndina
Størsti spenningurin á sjálvum fundinum var nevndarvalið, tí fimmm nevndarsessir skuldu veljast, og seks valevni stillaðu upp.

Seinrapartin hevur Føroya skipara- og navigatørfelag boðað frá, at Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir í nevndina. Elias Zachariasen, Alfred Jacobsen og Jákup Gøthe blivu endurvaldir.

Hinir nevndarlimirnir eru Annfinnur Garðalíð, Martin Mohr í Grund, Kristian Oskar Henriksen, Jónfinn Poulsen og Arnfinn Hansen.

Hoyr annars samrøðuna við Annfinn Garðalíð, formann í Føroya skipara- og navigatørfelag niðanfyri.

1785224

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. juni
Morgunlestur hósdagur 11.juni 2026
209283
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Nýggjastu sendingar í SV