Umhvørvisstovan fær átalu fyri handfaringina av tveimum málum

Umhvørvisstovan fær átalu fyri handfaringina av tveimum málum
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt kærur um málsviðgerðartíð og vantandi svar
Unhvørvisstovan fær átalu frá umboðsmanninum
 
05.01.2026 - 14:15

Løgtingsins umboðsmaður gevur Umhvørvisstovuni átalu fyri handfaringina av tveimum málum.

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt tvær klagur um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Umhvørvisstovuni í sambandi við inngangandi teldupostar í tveimum ymiskum málum um ávikavist sundurbýting og samanlegging av matriklum og mvg-afturbering í sambandi við skifti av hitapumpu.

Annað málið hevði verið virkið í meira enn tvey ár, og hitt í sjey og ein hálvan mánað, og borgararnir høvdu ikki fingið svar, tá teir í fleiri umførum mintu Umhvørvisstovuna á málið.

 

Hanna Vang er Løgtingsins umboðsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í øðrum málinum vísti Umhvørvisstovan á, at drúgva málsviðgerðartíðin og vantandi svarið skyldaðist broyting av journalskipanini í januar 2024, sum hevði við sær, at mál, sum ikki vóru endað, skuldu stovnast av nýggjum, og at málsviðgeri av misgáum ikki varð settur á hesi mál.

Umhvørvisstovan vísti í hinum málinum á, at drúgva málsviðgerðartíðin og vantandi svarið skyldaðist, at málið var dottið niðurímillum.

Umboðsmaðurin gevur samanumtikið Umhvørvisstovuni eina átalu fyri handfaringina av teimum báðum málunum, fyri ikki innan rímiliga tíð at hava fylgt upp í málunum og svarað borgarunum umframt ikki nøktandi skjalføring.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638