Løgmaður og Jarðfeingi siga hvør sítt um Djúpadal

Løgmaður og Jarðfeingi siga hvør sítt um Djúpadal
Aksel V. Johannesen sigur, at ongar reyðar lampur lýsa, men Jarðfeingi mælir til fleiri jarðfrøðiligar boringar
Ætlanin er, at Suðuroyartunnilin skal fara úr Djúpadali í Sandoynni.
 
09.01.2026 - 12:59

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Jarðfeingi siga hvør sítt um viðurskiftini í Djúpadali í Sandoynni, har tunnilsleið 1 A í Suðuroyartunlinum skal fara.

Tá uppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum í desember, segði løgmaður, at ongar reyðar lampur lýsa, men í frágreiðing frá Jarðfeingi, sum er løgd við uppskotinum, sigur Jarðfeingi, at ein stórur asymmetriskur faldur er í økinum út fyri Skarvanes, har ætlaða tunnilsleiðin skal fara, og tí eigur hetta at kannast nærri.

Jarðfeingi mælir til, at fýra nýggjar boringar verða gjørdar, og at ein meira nágreiniliga kortlegging av økinum við Skarvanes verður gjørd, áðrenn endaligu projekteringina.

Sí frágreiðing frá Jarðfeingi her.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09012026_Djupidalur

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525