Mykinesryssan bleiv førd av oynni við báti fyri at bjarga føroyska rossinum

Mykinesryssan bleiv førd av oynni við báti fyri at bjarga føroyska rossinum
Tilverugrundarlagið hjá føroyska rossinum stóð og rillaði við, um tað eydnaðist at flyta Mykinesryssuni við Skúluni inn á meginlandið til greðingin Jaspur
 
13.01.2026 - 18:52

Rossið á myndini, sum verður ført umborð á gomlu Súluna, er Mykinesryssan. Hon er ein av trimum ryssunum, sum eru ættmøður til øll føroysk ross í dag.

Tað er sosatt á rillandi grund, at tilverugrundarlagið hjá føroyska rossinum stóð hesa løtuna. 

Tað ger Felagið føroysk ross vart við á sínum facebook-vanga. 

"Um henda váðamikla bátsferðin ikki hevði eydnast, kundu tað verið, at eingi føroysk ross vóru til í dag," skrivar Felagið føroysk ross í uppslagnum.

 

Ryssan flutt til greðingin

Júst nær myndin er tikin, stendur ikki í Facebook-uppslagnum hjá Felagnum føroysk ross.

Felagið upplýsir tó, at støðan var tann, at Mykinesryssan var einasta føroyska rossið eftir í oynni, meðan greðingurin Jaspur, ið var einasti føroyski greðingurin, var á meginlandinum.

Mykinesryssan mátti tískil flytast til hansara, so hon kundi taka lut í aliprogramminum fyri at bjarga Føroyska rossastovninum.

Tá vóru bara fýra føroysk ross eftir: Ein greðingur og tríggjar ryssur.

 

Regin smiður fekk 16 avkom

Felagið føroysk ross skrivar, at Mykinesryssan fekk trý avkom við Jaspuri - tvær ryssur, ið seinni fingu fyl, og ein greðing, Regin smiður, sum fekk einki minni enn 16 avkom.

"Ímynda tær at royna at sannføra eitt ross um at stíga umborð á ein lítlan, vaggandi bát. At flyta eitt so stórt djór á hendan hátt var eitt stórt sats, men tað var neyðugt."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065