Elias ivasamur - Óli spælir

Elias ivasamur - Óli spælir
Ikki fyrrenn í morgin verður avgerð tikin um, hvørt Elias Ellefsen á Skipagøtu sleppur á vøllin í fyrsta EM-dystinum ímóti Sveis. Óli Mittún hevur ein snudd, men spælir
15.01.2026 - 11:43

 - Vi tar det på skandinavisk.

Soleiðis legði miðlamaðurin hjá Hondbóltssasmbandinum Ári Rouch fyri á tíðindafundinum fyrrapartin, og soleiðis byrjaði EM-endaspælið í hondbólti av álvara.

Stóri spurningurin hevur verið, um Elias Ellefsen á Skipagøtu verður á vøllinum ímóti Sveis í annaðkvøld. Spælskiparin og størsta stjørnan á føroyska landsliðnum meiddi sær økslina í dysti fyri Kiel í desember, og landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen vildi framvegis ikki avskriva bakspælarin.

 - Vit vóna til tað seinasta. Elias hevur stríðst hvønn tann einasta dag fyri at gerast klárur, og læknatoymið hevur hjálpt honum. Tað verður ikki avgjørt fyrr enn í morgin, um hann fær verið við í størri ella minni mun. Tað vóna vit sjálvandi øll, men vit vóna sjálvandi eisini, at vit skulu spæla somikið nógvar dystir her, at vit undir øllum umstøðum fáa hann á vøllin, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

Elias Ellefsen á Skipagøtu sigur sjálvur við Portal.fo, at um venjingin í dag gongur væl, spælir hann helst virknan leiklut í dystinum í annaðkvøld.

Óli Mittún fór av vølli í seinna venjingardystinum ímóti Italia 11. januar, og hann hevur ikki vant við fullari ferð síðan. Talan er um trupulleika við hælsinuni, men hann er nóg birgur at spælara kortini, sigur landsliðsvenjarin.

SÍ EISINI: Óli er fyrivarin heldur enn eftirsnarin

Teis Horn Rasmussen gleðir seg at koma í gongd.

 - Eg haldi ikki, at vit hava nervar. Vit eru meir spentir enn nervøsir. Vit hava spælt nokkso nógvar dystir saman eftirhondini. Vit kenna hvønn annan og vita, at um vit seta okkum saman í felagshølið, sum vit gjørdu í gjárkvøldið, so var tað ikki so nógv hondbóltsprát, men heldur hugni, sigur strikuspælarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672