NATO eigur at gera meira í Arktis

NATO eigur at gera meira í Arktis
Troels Lund Poulsen og Vivian Motzfeldt hitta Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, í dag
Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, hava fund við Nato-aðalskrivarin í dag.
Mynd: Danska verjan  
 
19.01.2026 - 11:01

NATO eigur at gera meira í Arktis, sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, undan fundinum í dag við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte.

Troels Lund Poulsen, Mark Rutte og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, hittast í Brússel dag.

- Danska og grønlendska stjórnin hava saman við fleiri NATO-sameindum avgjørt at økja hernaðarligu nærveruna og venjingarvirksemið í Arktis og Norðuratlantshavi. Fleiri sameind lond stuðla longu nú, og vit síggja størri undirtøku fyri, at NATO skal gera meira í Arktis, sigur Troels Lund Poulsen í tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum.

Hetta verður evnið bæði á fundinum við Rutte og á fundinum við aðrar norðurlendskar verjumálaráðharrar seinni í dag.

 

Grønland í serstøðu

- Grønland er í eini heilt serligari støðu, sum hevur uppmerksemi frá øllum heiminum. Støðan krevur, at vit styrkja samstarvið um verju og trygd í Arktis breitt innan NATO, sigur grønlendska landsstýriskvinnan, Vivian Motzfeldt.

Danmark hevur í 2025 undir verjusemjuni í tøttum samstarvi við bæði Grønland og Føroyar gjørt tvær undiravtalur um Arktis og Norðuratlantshav.

Harumframt hevur Danmark gjørt íløgur í førleikar og átøk, sum eisini eru viðkomandi fyri at loysa uppgávuna í Arktis. Hetta merkir, at meira enn 88 milliardir krónur eru settar í førleikar og átøk, sum kunnu styrkja verjuna og trygdina í Arktis, skrivar danska verjumálráðið í tíðindaskrivi.

Les meira her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392