KÍ hevur keypt Dávid Reynheim

KÍ hevur keypt Dávid Reynheim
KÍ hevur keypt Dávid Reynheim frá Torino. Hetta hendir sama dag, sum KÍ hevur gjørt sáttmála við 28 ára gamla norska áleyparan Erlend Hustad
Dávid Reynheim vann italska meistaraheitið fyri U17-lið við Torino
 
19.01.2026 - 15:35

Føroyameistararnir úr KÍ hava styrkt álopspartin til komandi kappingarár. Í fjør lá øll byrðan á Pálli A. Klettskarð, men komandi kappingarár verða tríggir um boðið til fremsta plássið. KÍ hevur nevniliga keypt 17 ára gamla Dávid Reynheim frá Torino, og gjørt sáttmála við 28 ára gamla norska áleyparan Erlend Hustad. Hann spældi seinast við Raufoss.

Dávid Reynheim hevur seinasta hálva annað árið spælt við ungdómsdeildini hjá italska Torino. Sum skilst bleiv hann keyptur frá HB fyri áleið 280 túsund krónur í august 2024. U21-landsliðsáleyparin er nú aftur í føroyskum fótbólti, har hann hevur skrivað undir eina fýra ára sáttmála við KÍ.

- Eg eri ótrúliga glaður og stoltur yvir at hava skrivað undir við KÍ. Eftir mína tíð í Torino kenni eg meg kláran at taka næsta stigið á míni yrkisleið, og KÍ kennist sum rætta staðið hjá mær. Fýra ára sáttmálin gevur mær tað neyðugu róina at menna meg víðari. Venjingarstøðið er høgt og umhvørvið er sera professionelt. Felagið hevur sýnt framúr vinnaramentalitet og hevur imponerað stórt í Evropa, sigur Dávid Reynheim í samrøðu við heimasíðuna hjá KÍ.

Prísurin fyri Dávid Reynheim sigst liggja millum 375 og 500 túsund krónur, alt eftir um KÍ kemur víðari í Evropa, umframt ágóðar av eini víðari sølu. Áleyparin náddi at vinna italska meistaraheitið fyri U17-lið.

 

Fær kapping í álopinum

Magnus Powell, venjari, og Erlend Hustad (Mynd: www.ki.fo)

 

Føroyski U21-landsliðsáleyparin fær harða kapping í álopinum hjá KÍ. Umframt Páll A. Klettskarð, so hevur KÍ eisini gjørt sáttmála við Erlend Hustad. Hann hevur síðani 2024 spælt við Raufoss í næstbestu deildini í Norra.

- Í honum fáa vit ein dugnaligan 9-ara til álopsplássið saman við Pálli A. Klettskarð. Hendan hava vit manglað síðan eg kom til KÍ. Nú hava vit funnið ein stóran, sterkan og klókan áleypara. Hann hevur seinastu árini víst, at hann dugur at finna málið. Ætlanin er, at Erlend gevur okkum fleiri møguleikar og kemur at avlasta aðrar, nú vit hava eitt krevjandi ár fyri framman, sigur Magnus Powell, venjari hjá KÍ.

Farna kappingarár var 35 ár gamli Páll A. Klettskarð einasti áleyparin í hópinum. Nú verða í minsta lagi tríggir. Hetta eru fyrstu tilgongdirnar, meðan frágongdin telur Dávid B. Andreasen (B36), Claes Kronberg og Ahmed Latif (B68). KÍ er føroyameistari og skal spæla í Champions League komandi summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959