Danmark kann einki gera, um Trump tekur Grønland við hermegi

Danmark kann einki gera, um Trump tekur Grønland við hermegi
Lektari á danska verjuháskúlanum væntar tó ikki, at støðan í Grønlandi fær ávirkan á støðuna í Føroyum
Jon Rahbek-Clemmensen er lektari á danska verjuháskúlanum.
 
20.01.2026 - 14:22

- Ger USA av at taka Grønland við hermegi, kann Danmark einki gera við tað.

Tað sigur Jon Rahbek-Clemmensen, lektari á danska verjuháskúlanum.

Tað hevur fleiri ferðir verið nevnt, at brúkar USA hermegi í Grønlandi, verður tað endin á Nato-samgonguni. Hesum tekur Jon Rahbek-Clemmensen undir við.

 

Eitt flogfar hjá Atlantsflogi var í gjár í Nuuk við donskum hermonnum, sum skulu venja í Grønlandi. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

 

Hann væntar tó ikki, at støðan í Grønlandi fær nakra ávirkan á støðuna hjá okkum Føroyum. Men vit kunnu rokna við, at fleiri hernaðarvenjingar verða á okkara leiðum.

Ein ávaringarradari skal setast upp á Sornfelli, men tað hevur ikki við sær størri amerikanska hjáveru í Føroyum, sigur Jon Rahbek-Clemmensen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20012026_Jon_Rahbek

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979