Fólk við rúsevnistrupulleikum eiga at fáa viðgerðartrygd

Fólk við rúsevnistrupulleikum eiga at fáa viðgerðartrygd
Leiðarin á Herberginum sigur, at politiska skipanin undirmetir álvaran í einum máli, sum hann sigur vera ein spurning um lív ella deyð
Martin Kúrberg er leiðari á Herberginum.
 
22.01.2026 - 09:49

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, heldur ikki, at viðgerðartrygd fyri rúsevnamisnýtarar er ein gongd leið í Føroyum. 

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, stendur spyrjandi og heldur, at politiska skipanin undirmetir álvaran í tí, sum hann kallar ein spurning um lív ella deyð.

Martin Kúrberg vil hava, at fólk við rúsevnistrupulleikum fáa viðgerðartrygd.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum vil heldur menna viðgerðartilboðini við meiri ambulantari og tvørfakligari hjálp, og samstundis vísir hon á, at Sjúkrahúsverkið í dag ikki hevur kapasitet at skipa eitt samlað avrúsingartilboð, tí belegningurin longu er yvir 100 prosent, men ta grundgevingina góðtekur Martin Kúrberg ikki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum: 

 

22012025_Vidgerdartyrgd

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Gudstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065