Tvífaldi føroyski flúgvarin næstbesta málið í bólkaspælinum

bannari
Tvífaldi føroyski flúgvarin næstbesta málið í bólkaspælinum
Elias til Hákun til Óla. Tvífaldi føroyski flúgvarin til 27-26 í fyrsta umfar ímóti Sveis var næstbesta málið í EM-bólkaspælinum, heldur evropeiska hondbóltssamgongan
Mynd: Cornelius Poppe/NTB/Ritzau Scanpix  
 
22.01.2026 - 12:55

Føroyar skutu eitt ótal av góðum málum ímóti Sveis, Montenegro og Slovenia í Unity-leikhøllini í Oslo.

Tíverri rukku tey ikki til miðumfarið í Malmø, men um ikki annað er eitt av teimum valt til topp-fimm listan hjá EHF fyri bestu málini í EM-bólkaspælinum.

Tvífaldi flúgvarin hjá Føroyum í fyrsta dystinum ímóti Sveis er nevniliga næstbesta EM-málið í bólkaspælinum. 

 

Top_5_Goals_of_the_Preliminary_Round_Original_Video_m13721

 

Bert hálvurfimti minuttur var eftir av dystinum, og støðan var javnleikur 26-26, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Óli Mittún funnu upp á ráð.

Spælskiparin lyfti til vongin, og so var Óli Mittún til reiðar mitt fyri, meðan sveisiska verjan stóð sum kánus og hugdi at. Serliga gott er málið við avgerandi støðuni í dystinum í huga. 

Endin var, at Sveis fekk yvirhálað aftur, áðrenn Vilhelm Poulsen javnaði í evstu løtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815